Elias var toppskjútti hjá Kiel við átta málum

THW Kiel tapti stórt fyri Gummersbach, har Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist toppskjútti hjá liðnum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru fyri stórtapi í bundesliguni í dag.

 

Á útivølli móti Gummersbach tapti Kiel heili 29-40. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Kiel. Gummersbach var á odda 21-10 í steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði Kiel at steðga bløðingini.

 

Tað gekk tó persónliga væl hjá Eliasi. Hann gjørdist toppskjútti hjá Kiel við átta málum, og hann legði eisini upp til tvey mál.

 

Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 44 stigum. Kiel endar antin á fjórða ella á fimta plássinum, ið gevur rætt til EHF European League komandi kappingarár, um ikki teir vinna Champions League.

 

Komandi mikukvøld tekur Kiel móti Leipzig á heimavølli.