Eliesar Andreassen: Var við til at byrja fráhaldsrørsluna og sjúkrakassan í Føroyum

Í gamla kirkjugarði í Havn er ein greið slóð eftir føroysku fráhaldsrørsluni. Her er nóg mikið at nevna Djóna í Geil og Peter Jensen. Essa á Reyni var eisini ein av slóðarunum á hesum øki

Eliesar Andreassen var sonur Johannu Cathrinu Abrahams­dóttir (1819-1895) og Andreas Niclassen (1822-1913) út Norðra­dali. Tey giftust 24. oktober 1845 í Havnar Kirkju og fingu átta børn.
Tey vóru Niclas (1846-1934), Poul Frederik f. 1848, Eliesar (1850-1931), Susanna Cathrina Christianna f. 1852, Maria (1854-1947), Rasmus (1857-1936), Sofía (1859-1861) og Betzy Sofía (1852-1953.)
Eliesar giftist tann 7. mai 1876 í Havnar Kirkju við Ellen Elisabeth Jacobsen úr Havn.

Avhaldsfelagið
Eliesar hevur verið ein sera virkin maður. Hann var bert 28 ára gamal, tá ið hann í 1878 var ein av teimum trimum, sum tóku stig til at stovna Thorshavns Total­af­holdsforening í 1878.
Hetta man hava verið byrjanin til skipaðu fráhalds­rørsluna í Føroyum. Tað er vist ikki skrivað nógv um hetta felagið, hvørs limir veruliga hava verið megnar­menn. Men hesum kann høvi vera til, nú vit hava ein av stovnarunum á skránni.
Dimmalætting hevur tann 27. oktober 1928 eina grein á forsíðuni í sambandi við, at tað vóru liðin 50 ár síðani, felagið varð stovnað.
Her skal verða endurgivið nakað av hesi grein:
Den 20. Oktober 1878 blev en betydningsfuld Dag for Thorshavns By. Paa denne dag blev nemlig Thorhavns Totalafholdsforening stiftet, og at denne Forening har haft stor Betydning for mange Hjem, vil der sikket være almindelig Enighed om.
At de Mænd, der fra først af rejste Afholdssagen, til at begynde med kun høstede ringe Tak og Erkendelse for deres uegennyttige Arbejde er almindelig kendt. Saaledes gaar det som Regel, naar der fremkommer noget Nyt, der afviger fra den almindelige Mening og bryder med gammel Tradition og Uskik. Naar man nu kaster et Tilbageblik over de svundne 50 Aar, saa er der vel næppe mange, som ikke vil indrømme, at 20. Oktober 1878 maa betegnes som en Mærkedag for os, og at de Mænd, som stod forrest i Kampen fortjener vor Tak og Anerkendelse. Naar det lakker ad Livets Aften, og den store Arbejdsdag nærmer sig sin Afslutning, maa det være en lykkelig Følelse at kunne lægge sig til Hvile med den Bevidsthed, at ens Arbejde for det godes Sejr ikke har været forgæves men har baaret god Frugt.
Af Foreningens Stiftere er de to C.C. Danielsen, (spari­­­kassa­stjóri) og Elieser Andreas­­sen i Live, medens Dione Isaksen ikke længere er blandt de Levendes tal. Disse Mænd førte For­ening­en gennem de første og van­ske­­lige Aar og udførte her­med et betydningsfuldt og sam­funds­­gavnligt Arbejde.

Ættin kom við í avhaldsfelagið
Sum tað skilst hevur Essa verið ein av trimum stovnar­um, og hann varð eisini vald­ur í nevndina frá fyrsta degi.
Tað er áhugavert, at fleiri av hansara ættarfólkum hava eisini verið við í felagnum. Millum fyrstu limirnar gjørd­ist beiggin Rasmus, sum var skó­makari, og svágurin August Mouritensen, sum var giftur við systrini Mariu. Poul, beiggi August, var eisini við.
Eisini gjørdist beiggin Niclas limur, og tað er ein stuttlig søga um hetta.
Tað hevði verið grindadráp í Havn. Aftaná drápið høvdu Niclas og ein vinmaður sitið í einum báti og leskað sær »av tí váta.« Tá kemur kona vinmannin framvið, og hon sær hetta, sum gongur fyri seg. Gamla bleiv í øðini, og hon var »aldeles ikke bange for at lade de to Herrer høre, hvad hendes Mening var om et saadant Kammeratskab.«
Men hetta var tað, sum skuldi til. Skjótt eftir blivu báðir menninir limir í Avhaldsfelagnum!

Var eisini við til at stovna sjúkrakassan
Í 1877 er Essa í kirkjubókini nevndur politistur, men tað hevur hann so ikki verið longur enn til 1902, tá ið tað stóra løgregluliðið frá 1865 varð minkað í tríggjar løg­reglu­menn. Síðan var Essa útróðrar- og urtagarðs­maður. Hann var limur í borgara­­umboðnum í Tórs­havnar kommunustýri í tíðar­skeið­i­num 1887-1892 og 1904-08.
Her kom hann at hava nokk so nógv við havna­bygg­ingina í Havn at gera, eisini sum limur í havnanevndini.
Elieser var eisini ein av teimum, sum í 1886 var við til at stovna Havnar Sjúkra­kassa, sum eitt av umboðunum fyri Avhalds­felagið, sum var ein av stig­takarun­um. Í 1896 varð hann valdur í nevndina, og hann var í 1905 við til at gera fyrsta sátt­málan hjá sjúkra­kassan við ein lækna, sum tá var Hilmar J. Fridericia. Elieser sat í nevndini til 1909.

Hans á Reyni
Essa og konan fingu ein son. Hetta var H.C. Andreassen, (30.5.1877-5.5. 1952) sum eigur sín part í søguni hjá Havnar Timburhandil, sum helst var fyrsta fyritøkan á nýggja havnarplássinum undir Skansanum
Í byrjanini av 1912 hevur Hans á Reyni, sum hann var kallaður, lýsing í bløðunum, at hann átekur sær timbur og bygningssnikkaraarbeiði, og verður tað gjørt skjótt, væl og bíliga. Eisini byggiakkordir er hann fúsur at avtala. Langur listi er yvir tær vørur, hann hevur á goymslu, og tað er at kalla alt, ið brúkast skal til eini hús. Alt verður latið til bíligastu prísir. Hann bjóðar sær eisini til at byggja húsini.
Goymsluhús til brettir og annað hevði hann úti á Bakka inn av Rasmussarbrúgv og stórviðurin var stakkaður upp á økinum uttanfyri.
Seinni tók hann enn eitt stig. Hann gjørdi alt til í Havn, sum ikki var neyðugt at gera, har húsini skuldu standa ymsa staðni í landinum.
Tískil stovnaði hann saman við tveimum timbur­meistarum Zacharias hjá Bøkjaranum og Sofus Morten­sen felagið H.C. Andreassen & Co. Seinni bygdu teir húsið, sum gjørdist dansistaðið Tórshøll, at gera stórviðin og annað til í.
Í 1920 arbeiddu hjá felagn­um einir 20 mans, harav 4 lærlingar.
Tá ið komið varð inn í 20-ini fór at sansa at fíggjarliga, og í 1928 mátti henda fyri­tøkan eisini gevast.
Tá fór Hans at royna at fáa menn at seta pening í ein timburhandil. Tað gekk so væl, at 9. august 1928 varð Havnar Timburhandil settur á stovn, og størri helmingurin av partapeninginum var á føroyskum hondum.
Tíðirnar batnaðu ikki, og mitt í 30-unum mátti fáast nýggjur partapeningur, men nú verður meirilutan danskur.
Hans á Reyni legði frá sær sum stjóri í 1936 og hevði síðan starv sum bókhaldari hjá Tórshavnar Skipasmiðju, til hann var farin um tey sjeyti.

Keldur:
Mikkjal Helmsdal: ....verjir fyri Havnarvág
Thorshavn og Omegns
Syge­kasse gennem 50 Aar

Í komandi parti
verður greitt frá Biritu og Petur á Kjalnesi, sum endaðu í Havn