Hann verður jarðaður frá Betesda í morgin - mikudagin 23. november - ella á sjálvum 100 ára føðingardegi sínum. Eliesar hevur inntil fyri fáum vikum síðani verið lutfalsliga væl fyri. Lesararnir komast kanska við, at Sosialurin vitjaði hann upp undir Norðoyastevnu í ár. Hann búði einsamallur í heiminum á Stongunum. Heimahjálp vitjaði, men Eliesar gekk sjálvur til handils, og hann plagdi hvørja viku at vitja beiggjarnar, Mourits og Pætur Franklin, sum búgva á Vistarheiminum við Garðarvegin.
Eliesar fylgdi væl við í fiskiskapi og øðrum samfelagsviðurskiftum, og inntil hann nú breyt seg sundur, var hann so at siga á hvørjum møti í Betesda. Hann var áhugaður í at frætta, hvussu tað visti við hjá føroysku trúboðarunum kring knøttin, og hóast eyguni av álvara bilaðu síðstu árini, so lá tað raðið fyri hjá Eliesari at.endurgeva brot úr Skriftunum, sum hann var innarlaga í, og at endurgeva úr sálmum og sangum.
Eliesar var fugloyingur og ættaður av Kirkju. Foreldrini vóru Sørin Pram Zachariasen úr húsinum har Norð á Kirkju og Sunneva, sum var fødd Eliasen og ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Tey giftust í 1893 og átta børn komu undan, sum høvdu Sørensen til eftirnavn: Zacharias, Sigga, Signa, Eliesar, Líggjas, Mourits, Pætur Franklin og Betta. Zacharias búði í Havnini, Sigga, Signa og Mourits á Kirkju og Eliesar, Líggjas, Betta og Pætur Franklin í Klaksvík. Eftir á lívi eru Mourits og Pætur Franklin, sum eru ávikavíst 97 og 95 ára gamlir. Lauga og tann fyrri Mourits vóru børn, tá ið tey doyðu.
Tað ber næstan ikki til at ímynda sær, hvussu stórar rembingarnar og broytingarnar hava verið ta øldina, sum tað untist Eliesari í Fugloy at liva. Um somu tíð, sum hann varð føddur, var fyrsta floksbýtið á tingi, Føroya Banki varð settur á stovn, Ólavur á Heygum í Vestmanna fekk fyrsta telefonsambandið at rigga millum Vestmanna og Havnina, eftir fólkaatkvøðu varð fría rúsdrekkasølan avtikin, og soleiðis kundi tað verið hildið á. Eliesar var níggju ára gamalur, tá ið fyrra kríggið brast á, og fyrri heimsbardagin endaði nakrar dagar eftir, at Eliesar hevði havt trettan ára føðingardag. Eliesar var 33 ára gamalur, tá ið seinna kríggið brast á, og hann var 38 ára gamalur, tá ið 2. heimsbardagi var av! Tá hevði í 40 ára tíðini, sum Eliesar hevði livað, verið baksað við at fáa elektrisitetið at rigga, og SEV var stovnað í 1946.
Nú man størsti parturin av klaksvíkingum bara minnast Eliesar sum heimamann. Frá síðst í fimti árunum var hann á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Klaksvík og á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hesi hildu til undir somu lon á Stongunum. Kjølbro var umboð hjá Skipafelagnum í Klaksvík.
Eliesar var á lagrinum, og á veg til og frá arbeiði í gulum overalsjakka og lættur upp á sporið var hann í langt áramál partur av býarmyndini. Hann giftist í 1932 við Jóhonnu fødd Justesen og ættað av Viðareiði. Hon andaðist 88 ára gomul í 1997. Tey fingu ein son. Líggjas í Bø býr í Klaksvík. Hann var giftur Oddvør fødd Poulsen og ættað úr Mikladali. Tey fingu trý børn - Rógvi, Beinta og Unn - og Eliesar átti eisini fleiri langabbabørn. Eftir at Líggjas hevði sitið einkjumaður í fleiri ár, giftist hann fyri stuttum uppaftur við Hansinu Jacobsen í Klaksvík.
Eliesar var inntil tað síðsta klárur, og hann visti nógv at siga frá um umstøður og viðurskifti, sum tey, ið nú eru í bestu árum og mynda føroyska samfelagið, so at siga bara vita um, tí tey hava lisið um tað.
Sum flestu aðrir dreingir fór Eliesar til skips, tá ið hann var 14 ára gamalur. Hetta mundi vera í 1920, og hann sigldi við deyðsiglarum nógvu tey fyrstu árini. Saman við fleiri fugloyingum var hann við Ternuni, sum Sámal í Hvannasundi átti. Har var Eliesar í sjey ár - frá 1920 og til og við 1926 - og um vetrarnar róði hann út við opnum báti og upplivdi tíðina, tá ið tað varð farið undir túrin og endað við sálmasongi.
Í 1928 tók Eliesar skiparaprógv á navigatiónsskúlanum í Havnini, og 22. februar í 1930 var hann liðugur at taka longdina á sama skúla.
Í 1927 fór Eliesar í reiðaríið hjá Jens Clæmint Isaksen og Joen Jacob Jacobsen. Hetta var eitt av stóru feløgunum í Klaksvík fyri áttati árum síðani, men tey eru fá í Klaksvík, sum minnast aftur á virkið hjá teimum báðum ella virkini, sum teir síðani høvdu hvør fyri seg. Eliesar sigldi við Fugloynni, Coronet og Carlton, og seinni í tríati árunum fór hann við Brittons Pride, sum Kjølbro átti, og sum sigldi við ferðafólki og farmi millum oyggjarnar.
Nógvu av sínum seinastu árum á sjónum var Eliesar við trolara. Hann sigldi eitt nú bæði við Mortani í Hvannasundi og Kaj hjá Mortani í Hvannasundi, og tá ið hann í 1957 segði sjólívinum farvæl, hevði hann í tvey ár roynt garnafiskiskap eftir sild við Streymoynni, sum beiggi hansara Líggjas var bestimaður og skipari á.
Tá ið Eliesar hesar seinastu mánaðirnar hevur verið mintur á, at nú stundaði tað av álvara til 100 ára føðingardagin, so plagdi hann at svara, at hann vónaði, at hann tá fór at verða fluttur heim í dýrdina. Í morgin, mikudagin 23. november, verða tað hundrað ár síðani, at Eliesar varð føddur, og henda dagin verður likamið jarðað í kirkjugarðinum úti í Bug. Kletta fasta álitið hjá Eliesari var, at tá ið hann var burtur úr likaminum, so fór hann at vera heima hjá Harranum.J