Ellu Mia er ættað úr Heiðunum. Foreldrini vóru Dagmar, sum var ættað av Vollanum á Glyvrum, og Hans Andrias Nielsen í Heiðum. Nú eru húsini hjá teimum mitt í býnum. Tá ið Ellu Mia var barn og inntil fyri einum tredivu árum síðani, var tað rættuliga langt til næstu grannarnar.
Hans Andrias var fiskimaður, og Dagmar var heima hjá børnunum og arbeiddi viðhvørt í fiski. Tvey ár eftir kríggið tá ið hann var vorðin sjúkur av tuberklum fór Hans Andrias ikki til skips aftur. Tá fór hann at seyma segl og gera rigningar til.
Ellu Mia er elst av níggju systkjum. Hini eru Sjúrður í Syðrugøtu, Havgrímur á Sandi mikla, Tóra á Toftum, Viljormur, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, búði í Heiðum, Hildur sum býr niðri, Brestur í Heiðum, Hildigarð í Fuglafirði og Øssur sum býr í Heiðum. Eitt systkinabarn teirra, Hans Marius, vaks upp saman við stóra systkinaflokkinum. Hann býr í Heiðum.
Ellu Mia var fjúrtan ára gomul, tá ið hon fór at tæna hjá Heiða doktaranum, sum Einar Djurhuus varð nevndur. Hjá honum og Ingu Malenu var Ellu Mia í fleiri ár.
10. desember í 1949 giftist Ellu Mia Ólavi Gregersen í Syðrugøtu. Tey búsettust í Syðrugøtu, og heimið gjørdist karmurin um stórt og fjøltáttað virksemi. Longu áðrenn tey bæði giftust, var Ellu Mia flutt inn til Gøtu, har hon hjálpti vermóðrini, Suffíu Gregersen, sum hevði nógvar kvinnur kring alt landið í arbeiði. Tær bundu troyggjur.
Hetta var meðan Ólavur gekk á Niels Brock í Keypmannahavn. Tá ið hann var komin heim aftur, og tey bæði høvdu givið hvørjum øðrum sítt ja, fór hann undir vinnuliga virksemið, sum støðugt øktist. Einki er at taka seg aftur í, at tað hevði avgerandi týdning fyri Ólav, at hann í konuni átti so dyggan stuðul. Hann koyrdi hýruvogn, og hon passaði børnini, sum vóru tøtt, og automatina og Sjómansbúðina, sum tey høvdu í kjallaranum. Í 1970 fóru tey eisini at selja matvørur, og tá nevndu tey handilin Valhøll.
Ólavur fór skjótt at spinna tógv til virksemið hjá mammuni, sum hann seinni yvirtók og kallaði Tøtingarvirkið. Tað fór hann undir 7. januar í 1961. Í sjeyti árunum fór Ólavur undir reiðaravirksemi. Bæði í tí og í øllum hinum virkseminum høvdu tey nógv við fólk at gera, og ikki minst í tí partinum átti Ellu Mia stóran leiklut. Hon var heima, bant og seymaði upp á børnini, fylgdi væl við og sýndi stórt gestablídni.
Ellu Mia og Ólavur eiga seks børn: Sæunn (1950) í Saltangará, Dagbjørt (1952) í Norðragøtu, Elin (1954) á Nesi, Hallbera (1956) í Syðrugøtu, Malan (1959) við Gøtugjógv og Ólavur (1968) í Havn. Ommubørnini eru seytjan, og langommubørnini eru trý. Fyri Ellu Miu var tað dyggur smeitur, tá ið hon 17. oktober í 1980 misti mannin. Ólavur var bara 54 ára gamalur, tá ið hann andaðist.
Hóast sorgina og saknin so hevur Ellu Mia síðstu fjórðings øldina hildið fram við innihaldsríka og fjølbroytta lívinum. Hon verður 80 í dag, men hon kennir seg ikki gamla. Hon bakar vaflurnar, sum ferðafólkini keypa saman við einum kaffimunni í Tøting. Hon hevur stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum, dugir væl at práta og gevur sínar áskoðanir til kennar. Hon møtir til tiltøk hjá í Lions í Eysturoy, sum maðurin var ein av stigtakarunum til, og hon kennir seg eiga lut í virkseminum í Gøtu, í Heiðum og í allari oynni. Hon hevur opið hús, tá ið pisufundur er á sandinum, og tá ið G! festivalurin er á skránni, og leygardagin fylgdi hon væl við í, hvussu tað gekst Eysturoyingi.
Í kirkjuni er hon trúgv, hon vitjar mentanarlig tiltøk, og í hesum døgum fylgir hon væl við í HM kappingini í fótbólti. Í danska summarveðrinum sæst hon á súkklu ella ger hon viðlíkahaldsarbeiði innandura og uttandura í summarhúsinum í Rørvig, sum hon og Ólavur keyptu fyri fleiri enn fjøruti árum síðani, og har henni dámar so væl at vera nakrar vikur hesa ársins tíðina. Næstu ættarliðini eiga eisini góð minni úti við Kattegat, og í dag eru fleiri av børnunum saman við mammuni og halda stóra dagin á Blåbærvej 1 í Rørvig. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J