Elin nýggjur samskipari hjá Amnesty

Hósdagin 13. desember var almenn móttøka hjá Amnesty International Føroya deild við Hoydalsvegin í Havn, í sambandi við at Elin Mortensen hevur tikið við samskiparastarvinum eftir Margrethu Nónklett, ið aftaná skjótt trý ár hjá Amnesty, hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum.

Elin Mortensen tók við starvinum 1. november. Hon er 27 ára gomul og júst útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hon hevur lisið við lærda háskúlan í Lund og í Keypmannahavn, har hon eisini hevur starvast í danska Uttanríkismálaráðnum í lestrartíðini.