Elin og Ad Libitum spæla yndisløg

Fløgan Yndisløg hjá Elini Heinesen og Ad Libitum verður í næstum givin út. Við hesum heldur Elin lyftið, ið hon gav mammubeiggja sínum Svenn Brimheim, beint áðrenn hann doyði, um at gera teirra felags verkætlan lidna.

Samrøða

Elin Heinesen og Føroya besti easy-listening bólkur Ad Libitum vóru í januar í upptøkuhølunum í Útvarpshøllini og løgdu síðstu hon á fløguna Yndisløg. Ein fløga ið væntandi verður í sølubúðunum á páskum. Við fløguni heldur Elin lyftið, ið hon gav mammubeiggja sínum Svenn Brimheim, tá hann lá til tað síðsta.

Gav eitt lyftið
- Vit høvdu avgjørt, at vit skuldu gera hesa fløguna lidna á páskum í fjør, men tá var Svenn somikið sjúkur, at hann orkaði ikki at spæla hana inn. Hetta var hann sera keddur av, og eg lovaði honum, at eg skuldi gera fløguna lidna, greiðir Elin frá, um verkætlanina, ið byrjaði við sjúkraleguna hjá mammu Elina og systir Svenn, Maud.
- Tá mamma mín gjørdist sjúk av lungakrabba, fór eg í farloyvi frá starvi mínum og fór til Føroyar at vera hjá henni. Hon var lamin í fimm mánaðir, og tá sat eg ofta við songina hjá henni.
Fyri at søta um tilveruna hjá henni, plagdi eg at spæla hennara yndisløg fyri henni. Vit prátaðu um, at tað var løgið, at eingin hevði umsett hesi løg, tí tey vóru so góð. Mammubeiggi mín Svenn Brimheim kom eisini niðan, og vit sótu og sungu saman, sigur Elin.

Vildu dokumenterast
Bæði Elin og Svenn høvdu áður verið virkin í V4 sendingunum hjá Útvarpi Føroya, og í 25 ár høvdu tey havt ætlanir um at gera eina útgávu saman. Svenn hevði eisini fingið krabbamein tá, og Elin og hann avgjørdu at fara at dokumentera løgini. Elin setti seg í samband við Ova Olsen í útvarpinum, har tey bæði høvdu gjørt nógv arbeiðið, og Ove lat tey sleppa inn í upptøkuhølið í tveir dagar. Hetta var um summarið 2005. Um hetta mundið spældi Svenn í Ad Libitum.
- Eg skuldi eftir Svenn, tí vit skuldu í upptøkuhølið. Hann var og vandi við Ad Libitum. Tá eg kom inn, spældu teir akkurát Nánd, og eg fór at syngja við. Hetta riggaði somikið væl, at vit avgjørdu at taka Ad Libitum við í upptøkuhølið. Teir spældu tey fýra av løgum, sum teir dugdu frammanundan, meðan eg og Svenn spældu hini.

Ætlanin bleiv til fløgu
Tey tóku sostatt tilsamans átta løg upp beinleiðis og uppá sera stutta tíð, og sjálvt um upptøkurnar, vóru ráar og live, so ljóðaði hesin easy listening tónleikurin avbera væl. Tí avgjørdu tey, at royna at gera eina fløgu.
Mamma Elina, Maud, andaðist tvær vikur fyri, at tey fóru í upptøkuhølið. Hon slapp sostatt tíanverri ongantíð at hoyra upptøkurnar.
- Eg fór aftur til Danmarkar, men Svenn var einaferð um vikuna í Danmark til viðgerð fyri krabbameinið, og ofta búði hann hjá mær, og vit sótu og vandu, greiðir hon frá.
Ætlanin var so at fara í upptøkuhølið á páskum. Men hetta var altso av ongum.

Gjørdu fløguna lidna
Elin hevur, síðan Svenn andaðist, arbeitt saman við Ad Libitum við ætlanunum um at gera fløguna lidna. Men tað var ikki fyrr enn nú í januar, at tað lá fyri hjá Elini. Hon og Ad Libitum fóru so aftur í upptøkuhølið og úrslitið var 7 løg afturat. Sostatt liggja 15 løg klár til útgávu. Tað er Christian Clementsen og Elin sjálv, ið hava tikið sær av gittarspælinum á seinnu løgunum.
- Vit mangla bara okkurt smávegis, so er fløgan klár til útgávu, men væntandi verður hon ikki givin út fyrr enn á páskum, sigur Elin.
Fløgan fær heitið Yndisløg, hetta tí talan er um yndisløg hjá Elini, Svenn og Maud. Her eru nógvir ymiskir slagarar ella evergreens, og fleiri av løgunum eru ikki hoyrd á føroyskum áður.
Elin hevur spælt løgini fyri fólki, bæði her heima og í Danmark, og móttøkan hevur verið góð. Summi hava tosað um, at tað minnur eitt sindur um Lisu Ekdahl, og at tað er hugnalig og avslappandið. Hetta kemst kanska av, at fleiri av løgunum eru svensk, greiðir Elin frá.
- Eg ætli mær at ogna mammu míni og mammubeiggja mínum fløguna. Hóast eg ikki havi tosað við Føroya Felag Móti Krabbameini enn, so ætli eg mær, at eitt ávíst gjald fyri hvørja selda fløgu fer til teirra, sigur Elin.