Elinborg Lützen í Snarskivuni

Listafelag Føroya skipar fyri framsýning av linoprentum eftir Elinborg Lützen í Snarskivuni hjá Tórshavnar býráð. Framsýningin letur upp hósdagin 8. august kl. 16

LISTASTEVNA
Tíðindaskriv

Elinborg Lützen er fødd í Klaksvík í 1919, hon andaðist í Havn í 1995.
Við loyvi frá arvingunum eftir Elinborg Lützen læt Listasavn Føroya og Listafelag Føroya gera 4 prent av øllum prentstokkum, ið lógu eftir Elinborg. 2 eintøk verða varðveitt sum savnsgripir í listasavnsins goymslu, 1 eintak varð nýtt til framsýning, ið hevur ferðast um Norðurlond.
Til tess at fíggja prenting og framsýning verður 1 eintak av hvørjum prentstokki sett til sølu. Ein partur av hesum upplagi verður á hesi søluframsýning í Snarskivuni.
Sostatt er hetta eitt serligt høvi til at ogna sær myndir eftir Elinborg Lützen.
Høvi er at síggja framsýningina, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag - fríggjadag kl. 9 - 16, tó hósdag kl. 9 - 18.