Danska felagið B93, sum liggur á Østerbro, er í svárum fíggjarligum trupulleikum. Felagið skal rinda donsku Toll og Skattstovuni eina rokning áljóðandi 800.000 krónur, men pengakassin er tómur, og tí er vandi fyri, at felagið fer á húsagang.
Men fyrrverandi stórspælarin Preben Elkjær hevur í hyggju at keypa tað sigursvanda felagið, sum seinastu árini hevur havt tungan róður. Elkjær skal gjalda einar tríggjar ella fýra milliónir fyri felagið.
Um eingin bjargar felagnum, verður tað tveitt úr næstbestu deildini og niður í Danmarksseriuna, har Lyngby eisini fer at spæla komandi kappingarár.
Orsøkin til áhugan hjá Elkjær er, at hann fegin vil hava hendur á teimum ungu og envaríku leikarunum, sum eru sáttmálabundnir í B93.
Ein av orsøkunum til, at Øssur Hansen ikki helt fram í felagnum, er óivað tann svára fíggjarliga kreppan, tað er komið í.