Bogi og Birgir hava felags áhuga fyri gomlum bilar. Teir duga væl, og teirra gomlu bilar eru sera væl settir í stand – bæði innan og uttan. Volvo bilurin er keyptur úr Havn í 2017, og hann er sum nýggjur. Talan er um ein bil sum er yvir 60 ára gamal.
Sum tað sæst á myndunum er eitt stórt arbeiði lagt í at gera bilin so væl sum gjørligt. Bilurin er so gott sum sundurtikin, og væl er pussað og reinsað, áðrenn bilurin bleiv lakkeraður.
Beiggin kveikti áhugan fyri bilum
Birgir sigur, at hansara áhugi fyri bilum helst stavar frá at beiggi hansara, Olaf Joensen, hevði bussar og taxabil. Seinni fór Olaf at selja Mazda, sum umboð fyri Berg Motors í Klaksvík.
Alt hetta hevði við sær, at Birgir fekk stóran áhuga fyri bilum, og tá hann sjálvur fekk koyrikort, keypti hann bilar, sum hann gjørdi í stand og pyntaði.
Áhugin fyri ellisakførum er komin seinnu árini. Birgir heldur, at tað er hann, sum hevur »forstýrað« Boga, so hann eisini hevur so stóran áhuga fyri gomlu bilunum. Báðir hava teir stórar og rúmligar garasjur, har teir kunnu røkja síni áhugamál.
##med2##
Framleiddur frá 1944 til 1965
Søgan um Volvo PV er í stuttum hendan: Tann 1. september 1944 læt tann nýggja høllin, Royal Tennis Hall í Stokholm hurðarnar upp til eina framsýning, sum fekk stóran týdning fyri framtíðina hjá Volvo.
Stóra nýggjheitin á framsýningini var Volvo PV444. Heilir 2.300 sølusáttmálar vórðu undirskrivaðir upp á nýggjar PV444, hóast tað tók nøkur ár, til bilarnir vóru klárir at framleiða í 1947. Tá kom rættilig gongd á søluna, og bilurin bleiv byrjanin til stóra útflutningin av Volvo bilum til USA. Volvo PV444 og PV544 vórðu framleiddir til 1965.
##med3##
Fyrsti Volvo PV í Føroyum
Fyrsti Volvo, sum kom til Føroyar, var ein svartur PV544, sum Leif Mohr keypti.
Annan Volvo bilin keypti Christian Dahl-Restorff á Hotel Hafnia. Tað var ein myrkabláur PV544 stationcar við ljósari tekju, og dekkum við hvítari síðu. Hann hevði trý gear og pláss til 5 persónar.
Aftast vóru besløg í dúrkinum, so tveir barnastólar kundu »klipsast« fastir.
Hann kom við stórum originalum forkromaðum bagasjuberara, sum varð festur inn á skráningin á takinum.
Tað Alfred Johannesen í Havn, sum umboðaði Volvo í Føroyum, og Frits Jensen, sum hevði verkstað í Gundadali, har hann seldi Fiat, hevði service upp á Volvobilarnar í Føroyum.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##