Tað spurdist ongantíð nakað munagott burturúr samstarvinum ímillum HB og danska áleyparan, Daniel 'Elly' Pedersen, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum.
28 ára gamli áleyparin skeyt sjey mál í einum steypadysti ímóti MB, men annars einki mál í trimum teimum fyrstu umførunum av Effodeildini, sum hann spældi við í.
Les eisini: “Elly” ferdigur í HB
Nú hevur Daniel 'Elly' Pedersen funnið sær eitt nýtt felag. Talan er um BK Frem, sum spælir í triðbestu donsku deildini. Partarnir hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
Daniel 'Elly' Pedersen er vælkendur í felagnum. Hann hevur nevniliga áður verið toppskjútti í BK Frem, har hann tilsamans hevur skotið 53 mál í 87 dystum.
Høvuðsorsøkin til manglandi spælitíðina og at HB og 'Elly' fyri smáum tveimum vikum síðani valdu at uppsiga samstarvið, vóru afturvendandi skaðar.
- Eg havi spælt upp á pínistillandi og havi verið noyddur at sita uppi, meðan eg havi sovið, tí eg ikki fái strekt beinið orsaka av pínu, segði hann tá við bold.dk.