Elon Musk stovnar flokk um uppskotið hjá Trump verður samtykt

Verður "Big, Beautiful Bill" samtykt, so stovnar tann ríki Elon Musk flokkin America Party

Ríkmaðurin Elon Musk var í eina tíð knýttur at stjórnini hjá amerikanska forsetanum Donald Trump. (Savnsmynd). - Mynd: Nathan Howard

Í vikuni verður væntandi atkvøtt ígjøgnum í amerikanska senatinum eitt stórt lógaruppskot, kallað "Big, Beautiful Bill" hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Ríkmaðurin Elon Musk hevur fleiri ferðir funnist at lógaruppskotinum, og týskvøldið endurtók hann sínar atfinningar á sosiala miðlinum X.

Hann skrivar víðari, at hann fer at stovna flokk, um uppskotið kemur ígjøgnum.

– Verður hetta tápuliga lógaruppskotið um útreiðslur hjá stjórnini samtykt, so verður America Party stovnaður dagin eftir.

– Okkara land hevur brúk fyri einum alternativi til demokratiska-republikanska einflokkin, soleiðis at fólkið veruliga hevur eina rødd, sigur Musk.

Orðið "uniparty" verður brúkt á enskum til at leggja upp til, at eftir øllum at døma serstakir politiskir flokkar í roynd og veru virka sum ein flokkur.

Flokkurin hjá Trump, Republikanararnir, stendur aftan fyri "Big, Beautiful Bill", sum hevur fingið harðar atfinningar frá demokratunum, sum atkvøddu ímóti at halda fram at kjakast um uppskotið sunnukvøldið, okkara tíð.

Musk hevur áður funnist at lógaruppskotinum, at tað fer at kosta milliónir av arbeiðsplássum í USA, og at tað veitir eina hjálpandi hond til vinnugreinar í fortíðini.

Lógaruppskotið ásetir eina munandi broyting í orkupolitikkinum frá undanmanninum hjá Trump, Joe Biden. Sambært lógaruppskotinum skal stuðul til varandi orku sum vind og sól stigvíst takast av og avloysast av stuðli til fossilt brennievni.

Við lógaruppskotinum fara republikanararnir eisini at hækka skuldarloftið og økja longu týðandi amerikansku skuldina. Hesum hevur Musk eisini funnist at.

Musk er stjóri í millum annað fyritøkuni Tesla, sum framleiðir elbilar.

Hann stóð á odda fyri stjórnarvirknaðardeildini hjá Trump (Doge), til hann fór úr stjórnini í mai.

Teir báðir vóru í almennum orðadrátti á sosialu miðlunum fyrst í juni, og gjørdu ákærur og áskoðanir móti hvørjum øðrum á hvør sínum sosiala miðlapalli. Musk eigur X, og Trump hevur eisini sín egna sosiala miðlapall, Truth Social.

Ein tann mest áfallandi útsøgnin frá Musk er ákæran móti Trump um, at Trump kemur fram í Epstein-skjølunum. Musk sigur, at hetta er orsøkin til, at skjølini ikki eru almannakunngjørd.

Amerikanski fíggjarmaðurin Jeffrey Epstein varð handtikin og varðhaldsfongslaður í 2019 í einum umfatandi máli um misnýtslu av ungdómi.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Ríkmaðurin Elon Musk var í eina tíð knýttur at stjórnini hjá amerikanska forsetanum Donald Trump. (Savnsmynd). - Mynd: Nathan Howard