Elst undir Vestmannasundi

Elsti luttakarin í stóra tiltakinum undir Vestmannasundi var tann 88 ára gamla Hanna í Horni úr Sandavági. Hon brúkti tveir tímar um túrin gjøgnum tunnilin

Tunnilsgonga

á Reynsbakka:Hon er 88 ára gomul, Hanna í Horni í Sandavági, og løtt á føti. Gongur hvønn dag aftur og fram í Sandavágstúni, og sunnudagin gekk hon av Streymoynni vestur í Vágar.
Tey veittra og klappa, meðan tvey fólk spakuliga taka seg tað seinasta av brekkuni niðan móti tunnilsmunnanum Vágamegin. Ein eldri kona, sum styðjar seg at soninum, ið hevur leitt hana allan vegin úr Leynum og heilt her yvir á Vágalandið. Gjøgnum undirsjóvartunnilin.
Hin 88 ára gamla Hann í Horni heilsar aftur. Tað er sum til kongavitjan.
Hon kennir nógv fólk, og fleiri vilja heilsa upp á hana. Soleiðis hevur tað eisini verið allan vegin gjøgnum tunnilin.
Dagurin byrjaði sum vant í Sandavági. Tá klokkan nærkaðist 11 fyrrapartin, sást Hanna fara sína regluligu gongd heim eftir Bakkanum og í kirkju. Tað verður ikki forsømt. Heldur ikki hóast ætlanin er at ganga undir Vestmannasundi seinni um dagin.
Hon fylgdist við soninum Hans Paula - Hassa - undir Sundinum.
?Hon var vist komin nakað væl fyrr ígjøgnum, um tað ikki var tað, at hon skuldi bíða eftir mær, tí eg ikki orkaði so væl at ganga, skemtaði hann, tá tey vóru komin ígjøgnum.
Jú, lagið var gott, og okkurt minni skuldi eisini varðveitast frá hesum túrinum. Tað var nevniliga so, at bæði ommu og langommubørn hjá Honnu eisini høvdu verið undir Sundinum, so har skuldu myndir takast av hesum fýra ættarliðunum.
Men tað var meira enn so. Tí sum elsti luttakarin fekk Hanna eisini heiðursmerki, sum Atlantsflog hevði latið gjørt. Merkið var gjørt úr gróti, sum tikið er úr Vágatunlinum.
Nú er Hanna ikki soleiðis, at hon bara tekur ímóti uttan nakað, so hon helt, tá stjórin fyri Atlantsflogi, Magni Arge, handaði henni heiðursmerkið, at:
»Eg skal gjalda tygum aftur fyri hetta«.