Sunnudagin var sannur hátíðardámur í Sandavági. Høvið var, at nýggjur bilur var komin til bygdina.
Treyðugt so, heilt nýggur var bilurin kortini ikki, tí talan er um elsta føroyska ellisbilin - ein Bedford lastvongur frá 1941, sum bretska hersetingarvaldið fekk til Føroya undir krígnum. Eftir kríggið varð bilurin seldur til Sørvágs. Har hevði bilurin tveir ánarar, áðrenn hann varð keyptur til Sandavags í 1949.
Tað var Karl Simonsen, sum tá keypti bilin, og koyrdi bilurin til einaferð seinnapartin í fimtiárunum, tá hann varð settur inn. Tá farið varð at rudda barakkina í 1989, valdi familjan heldur at lata Krígssavninum bilin, enn at koyra hann burtur.
Krígssavnið fekk bilin á serligt verkstað í Onglandi til restaureringar, men áðrenn bilurin varð liðugur, fór savnið á húsagang, og hevði tískil ikki ráð at gera bilin lidnan. Sandavágs Kommuna fekk tí bilin, og hevur goldið tað, ið eftir var av umvælingini.
Kommunan fekk áheitanina í 1995
Sunnudagin klokkan 1600 varð skipað fyri samkomu í túninum framman fyri Sparikassan í Sandavági, har høvi var hjá fólki at síggja bilin. Hornorkestrið spældi, og serligur røðari var Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, sum er ættaður úr Sandavági. Hann hugleiddi um tíðina undir krígnum, tá rættuliga nógvir skotskir hermenn vóru í Vágunum.
Suni Joensen, bygdarráðsformaður segði, at kommunan í 1995 fekk áheitan um at stuðla umvælingini av bilinum.
? Vit fingu ákoyringar fyri at hava tikið Gomlu Losju burtur. Fólk meintu, at hon hevði serligan søguligan týdning, tí hon varð nýtt sum sjúkrahús hjá eingilsmonnum undir krígnum - tí vóru vit beinanvegin til dystin fús, tá hendan áheitanin kom, segði hann.
Í juni mánaði í ár var bilurin liðugur, og vildu teir á verksmiðjuni fegnir hava onkran úr Føroyum niður at góðkenna arbeiðið.
? Eg fór tá sjálvur niður á verkstaðið, sum liggur norðan fyri Hull, segði Suni Joensen, sum var sera hugtikin av øllum bilunum, tanksunum og flúgvarunum, sum vórðu umvældir á hesum serliga verkstað, her teir eru serfrøðingar at umvæla slíkar lutir frá krígnum.
Skipafelagið Føroyar flutti bilin heim ókeypis, og tá vóru teir í Sørvágskommunu sera takksamir fyri, segði Suni Joensen.
Best varðveitti av slagnum í heiminum
Tað er soleiðis, at bilarnir, sum vóru framleiddir til herin, ikki vóru skrásettir sum vanligir bilar, og teir høvdu hvørki nummarplátu ella stellnummar. Tað sigst eisini, at tað bert eru heilt fáir av júst hesum merkinum til í dag, og at bilurin í Sandavági er ein hin best varðveitti av hesum slagnum í heiminum.
Bilurin er í dag sum hann var, tá hann var gjørdur til herin. Hann hevur fingið nýggja last í Onglandi við presending, júst sum vit kenna bilarnar úr krígsfilmunum. Húsið er tað sama, men motorurin er ein umbýtingsmotorur. Bilurin er fýrahjólstrektur, men hevur tó ikki vegvísaraljós. Men hann hevur á vinstru síðu ein vegvísaraarm, sum við einum kápli veðrur koyrdu út, fyri at vísa av.
Bretar vardu tjaldrið
Bæði aftan og framman hevur bilurin tjaldramerkið - og tað hevur sína serligu søgu, greiðir Ovild Didriksen, sum saman við Finnbjørn Dam umboðaði savnið, sum fekk bilin til Onglands, á samkomuni sunnudagin.
? Tá bretarnir komu til Føroya, høvdu teir til fragd at skjóta Tjøldur og annan fugl. Hetta dámdi sjálvandi ikki føroyingum, og fuglavinurin størsti, Sverri Patursson fór tí at tosa við yvirmenninar um hetta.
? Úrslitið var, at bretar settu tjaldramerkið á øll akførini, og teir góvust við at skjóta tjøldur, tá teir fingu at vita, at hetta var tjóðfuglur okkara, segði Ovild Didriksen við Sosialin.
Sandavágs Kommuna hevur enn ikki umstøður at goyma bilin innandura. Tí hevur kommunan heitt á Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum, sum eigur Vatnsoyra Bilasavn, um at goyma bilin fyribils. Hjá Hans Elmari kann bilurin standa heitt og fjálgt - og soleiðis má hann goymast, skal hann varðveitast.
Finnbjørn Dam segði á samkomuni sunnudagin, at hesin bilurin var hin fyrstu størri luturin frá krígnum, ið eigur at vera á einum krígssavni, sum heilt nátúrliga eigur at vera í Vágunum.
Við snotuliga Bedfordbilinum er so skjøtil settur á.
Bilurin hjá Sandavágs kommunu er ikki tann elsti bilurin í Føroyum, men hann er elsti bilur, sum hevur verið í Føroyum alla sína tíð, og sum ikki hevur koyrt aðrastaðni?