Elvdi til ruðuleika í ferðsluni eina løtu

Eisini er ein maður skuldsettur fyri harðskap

Seinnapartin í gjár, tað var beint eftir døgverða, var eitt ferðsluóhapp í Árnafjarðartunlinum. Óhappið hendi, tá ið ein bilur, sum var á veg ígjøgnum tunnilin, rendi í veitina framvið vegnum, og hann stóð fastur. Har er bara ein breyt at koyra eftir, so løgreglan sigur, at tað varð beinanvegin, at har varð eitt sindur av ruðuleika. Tey fingu tendrað tey reyðu feðsluljósini uttan fyri tunnilin, so at hann ikki fyltist við bilum, men nakrir bilar vóru í tunlinum, og onkur mátti so bakka út aftur.

 

Løgreglan sigur, at nakrir mans fingu bilin upp aftur við handamegi, men bilurin hevði fingið so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt. Tískil mátti hann skumpast inn á nærmasta víkipláss so at gongd fekst á ferðsluna aftur.

 

Annars hevur rættiliga nógv fólk verið í býnum í nátt, men tað hevur verið rættiliga friðarligt. Tó er ein maður tikin og skuldsettur fyri harðskap ímóti tveimm fólkum, sum hann gjørdi seg inn á inni á einum matstaði, sum hevur opið um náttina. Løgreglan handtók ein mann, og hann verður skuldsettur.  

Tey bæðu fólkini, sum vóru fyri harðskapi, fóru á skaðastovuna at skjalprógva skaðarnar, tey høvdu í hvussu so er fingið nøkur merki.