EM: Eru aftanfyri við fýra málum í steðginum

Rumenski málverjin hevur tikið nógv skot í fyrra hálvleiki

Hálvleikur er í EM-undankappingardystinum millum manslandsliðini hjá Rumenia og Føroyum niðri í Bukarest í Rumenia.

 

Rumenska liðið er á odda 14-10 í steðginum. Iancu í rumenska málinum hevur bjargað 43,75 prosent av føroysku málroyndunum, og har liggja okkara størstu trupuleikar í dag.

 

Tó skal sigast, at Nicholas Satchwell hevur verið framúr í føroyska málinum, og hevur bjargað 33,33 prosent av rumensku málroyndunum.

 

Føroysku málskjúttarnir í fyrra hálvleiki eru: Teis Horn Rasmussen 2/2, Rói Berg Hansen 2/4, Hákun West av Teigum 2/3, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/6, Óli Mittún 1/2, Leivur Mortensen 2.