Føroysku áskoðararnir smyrja norsku áskoðararnar av í Mercedes Benz Arena í Berlin.
Og føroyska liðið er bert aftanfyri við einum máli móti norsku favorittunum.
Noreg er á odda 13-12 í steðginum. Noreg kom framum 12-9, men takkað verið góðum bjargingum hjá Nicholas Satchwell og góðum stríðsvilja eydnaðist at koma upp á javnt 12-12.
Okkara menn hava rakt stengurnar fýra ferðir, og kundu tí tað sama verið á odda í steðginum.
Føroyar: Teis Horn Rasmussen 3/4, Óli Mittún 3/4, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/7, Hákun West av Teigum 1/1, Kjartan Johansen 1/1, Kjartan Johansen 1/2, Leivur Mortensen 1/3.
Nicholas Satchwell hevur bjargað fýra av sjey málroyndum, og Pauli Jacobsen hevur bjargað einari av átta málmøguleikum.