Hálvfinaludagurin í EM-hondbóltskappingini fekk ein harmiligan enda, tá ein av teimum serbisku spælarunum fekk ein dartpíl í eygað. Hetta hendi beint aftan á dystin millum Serbia og Kroatia.
Eitt umboð fyri tað kroatiska hondbóltssambandið sigur, at ein áskoðari tveitti pílin og ætlaði at taka kroatiska spælaran Ivano Balic, men ístaðin fyri rakti hann serbiska spælaran Zarko Sesum (myndin) í annað eygað.
-Hann er á sjúkrahúsinum nú, og vit bera ótta fyri, at hann misssir eygað, sigur kroatiski umboðsmaðurin, Zlatko Skrinjar.
Zarko Sesum hevur skotið 10 mál í EM-kappingini.
Myndir frá dystinum í gjárkvøldið vístu eisini, at serbiskir áskoðarar sendu laser-ljós í eyguni á kroatiska málverjanum fyri at órógva hann.