Í dag verður varpað ljós á evropameistaraheitið hjá Pál Joensen, og evropeisku luttøkuna hjá B36 og EB/Streymi Rás2 verður merkt av evropeiska juniormeistaraskapinum í svimjing, og UEFA Cup kappingini í fótbólti í dag. Í millum kl. 9 og 11 verður høvið hjá lurtaranum at senda lukkuynski inn til evropameistaran í 400 m. frí, Pál Joensen. Enn sum áður verður sms´a inn á 559999. Ringt verður til Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamann, sum er staddur niðri í Beograd, og ringt verður eisini til borgarstjóran í Vági, Kirsten Strøm Bech. Kl. 11 kemur Heðin Askham, B36-venjari og onkur B36-leikari í studio hjá Rás2. Millum kl. 15 og 17 verður sett fokus á dystirnar hjá B36 og EB/Streymi ímóti ávikavist Brøndby og Manchester City. White Tigers og Kristian á Neystabø koma á gátt hjá Rás2, og ringt verður til Onglands, fyri at fritta um dystin hjá EB/Streymi ímóti Manchester City. Kl. 17.20 verður stillað niður til Jón Brian Hvidtfeldt í Beograd, sum fer at siga lurtarunum frá finaluni í 1500 m frí, har Pál Joensen er ein av luttakarunum í finaluni.