EM: Her er hópurin hjá Íslandi sum møtir Føroyum 8. apríl

Talan er um ein sera týðandi EM-undankappingardyst fyri bæði liðini

Savnsmynd

Mikukvøldið 8. apríl klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fimta og næstseinasta dystin í hesari EM-undankappingini.

 

Dysturin verður móti Íslandi í høllini við Tjarnir. 

 

Føroyar hava fýra stig á øðrum plássinum, meðan Ísland hevur tvey stig á fjórða plássinum. Montenegro hevur seks stig, og Portugal hevur fýra stig.

 

Í HM-endaspælinum í Týsklandi vann Ísland í millumbólkinum 33-30 (16-14) á Føroyum. Dysturin var leiktur 6. desember í fjør.

 

Í EM-undankappingardystinum, ið var leiktur á Ásvellum 15. oktober í fjør vunnu Føroyar søguligan 24-22 (11-11) sigur á Íslandi.

 

So tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst, har føroysku heimaáskoðararnir kunnu vísa seg at fara at gera stóran mun.

 

Íslendski landsliðvenjarin, Arnar Pétursson hevur tikið út 16 leikarar til dystirnar móti Føroyum á útivølli, og Portugal á heimavølli. Millum úttiknu leikararnir er Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt.

 

HER er hópurin við dystartali og málum:

 

Málverjar:

Hafdís Renötudóttir, Valur (78/5).

Sara Sif Helgadóttir, Haukar (23/0).

 

Útileikarar:

Andrea Jacobsen, HSG Blomberg-Lippe (68/116).

Díana Dögg Magnúsdóttir, HSG Blomberg-Lippe (73/99).

Elín Klara Þorkelsdóttir, IK Sävehof (35/138).

Elín Rósa Magnúsdóttir, HSG Blomberg-Lippe (40/80).

Elísa Elíasdóttir, Valur (31/28).

Harpa María Friðgeirsdóttir, Fram (4/5).

Katrín Anna Ásmundsdóttir, Fram (22/34).

Katrín Tinna Jensdóttir, ÍR (35/35).

Lovísa Thompson, Valur (39/74).

Matthildur Lilja Jónsdóttir, ÍR (9/1).

Rakel Oddný Guðmundsdóttir, Haukar (12/8).

Sandra Erlingsdóttir, ÍBV (47/193).

Sara Dögg Hjaltadóttir, ÍR (5/12).

Sonja Lind Sigsteinsdóttir, Haukar (5/1).

 

Savnsmynd