- Tað er allarhelst størsta hending í ítróttarsøgu Føroya, at hondbóltslandsliðið við monnum hevur kvalifiserað seg til EM endaspælið, sum komandi dagarnar verður á skránni í Týsklandi.
Tað siga tey í Eiðis kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at føroyingar fara at spæla allar sínar bólkadystir í Berlin, og hesir dystir verða allir vístir í Kolshøll á Eiði. Tað er sjálvandi ókeypis atgongd til dystirnar í Kolshøll.
Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu verður í dag víst á, hvør skráin til dystirnar er:
* Slovenia – Føroyar, hósdagin 11. januar klokkan 17:00.
* Føroyar – Noreg, leygardagin 13. januar klokkan 19:30.
* Pólland – Føroyar, mánadagin 15. januar klokkan 17:00.
- Enn einaferð; tað er ókeypis atgongd í Kolshøll. Møtið fjølment, endurtaka tey í Eiðis kommunu í dag.