EM: Ísland vann ein ov lítlan sigur til olympiska luttøku

Ísland vann við tveimum málum á Eysturríki, men tørvaði at vinna við fimm málum fyri at røkka olympiska endaspælinum í París

Tað vóru tvey lið í ringum lagi, ið fóru av vøllinum aftaná dystin í EM-millumbólki 1 í Köln millum Eysturríki og Ísland.

 

Ísland vann dystin 26-24. Eysturríkarar harmaðust møguleikanum at leggja trýst á Týskland í kapprenningini at røkka hálvfinaluplássinum saman við fronsku vinnarunum av millumbólki 1. Og íslendingar harmaðust, at teir vunnu ein ov lítlan sigur til at røkka olympiska endaspælinum í París. Ísland hevði tørv á at vinna við fimm málum. So har einki lag á monnum, hvørki eysturríkarum ella íslendingum. 

 

Nú hava íslendingar tørv á, at Ungarn fær stig frá Fraklandi í dystinum, ið byrjar klokkan 17, og somuleiðis tørvar íslendingum, at Egyptaland vinnur afrikanska meistaraskapið komandi sunnudag. 

 

Tað er 25-33 tapið fyri Ungarn, ið nú kann gerast íslendingum sera dýrt í hesum roknskapinum. 

 

Íslendingar vóru á odda 14-8 í steðginum. Teir høvdu eina gylta løtu har teir fóru frá javnleiki 8-8 til eina 14-8 leiðslu. Fyrra korterið í seinna hálvleiki steðgaðu íslendingar upp, og teir skutu bert tvey mál. Men seinna korterið reistust teir aftur og knógvaðu sigurin heim.

 

Eysturríki - Ísland 24-26 (8-14)

Eysturríki : Tobias Wagner 7, Robert Weber 5, Mykola Bilyk 4, Boris Zivkovic 3, Lukas Hutecek 2, Markus Mahr 1, Sebastian Frimmel 1, Lukas Herburger 1. 

 

Ísland : Sigvaldi Guðjónsson 8, Aron Pálmarsson 7, Viggó Kristjánsson 3, Haukur Thrastarson 3, Elliði Viðarsson 2, Janus Daði Smárason 2, Ómar Magnússon 1. 

 

Klokkan 19.30 í kvøld spæla Týskland og Kroatia. Fær Týskland stig í dystinum møta teir Danmark í hálvfinaluni komandi fríggjakvøld. 

 

Støðan:

 

 Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
 1Frakland4400139:1228
 2Týskland4211113:1075
 3Ungarn4202119:1164
 4Eysturríki5122132:1384
 5Ísland5203142:1524
 6Kroatia4013116:1261