EM í Istanbul

Útvið 300 telvarar telva í hesum døgum um Evropeiska meistaraskapin í Istanbul. Tvey umfør resta í og javnt er í toppinum

Talv

EM er lutfalsliga ein ung og nýggj kapping. Í 1999 varð fyrstu ferð telvað um heitið. Tíverri hava absoluttu heimselitutelvararnir, eitt nú Kasparov, Kramnik, Anand og Leko, ikki luttikið, men í ár er kappingin øgiliga sterk við tveimum 2700-telvarum. Ivanchuk og Grischuk.
Talan er kanska um sterkastu opnu kappingina nakrantíð. Øll telva í einum og sama bólki við yvir 150 stórmeistarum. Hálvtrýðs telvarar hava yvir 2600 í rating, og er tað óhoyrt nógvir í somu kapping. Til samanberingar kann nevnast, at í Politiken Cup í Keypmannahavn, eru vanliga eini 10-15 telvarar við 2550+.

Dani við í toppinum
Níggju umfør eru leikt, og ikki óvæntað eru nógvir um boðini tá fyrsta pláss viðvíkur. Stóra mongdin og tættleikin í styrki viðførir ein nátúrligan javnvág. Nógvir skjótir javnleikir eru orsakað av drúgvu kappingarlongdini. Ellivu umfør og bara ein frídagur kann stjala nógva orku. Eitt ella tvey skjót talv kann savna kreftirnar aftur hjá tí einstaka, hóast at hesir skjótu javnleikirnir als ikki eru vældámdir millum talvfjepparar og fyrireikarar.
Maðurin við tí langa og heldur úttaluringa navninum, Zurab Azmaiparashvili (2678) úr Georgia, er einsamallur á odda við sjey stigum, nú tvey umfør resta í. Síðani hava fýra telvarar hálvtsjeynda stig, eitt nú Grischuk. Sterkasti norðurlendingur í løtuni, Peter Heine Nielsen, hevur saman við mongum øðrum seks stig. Peter Heine hevur seinastu tvey árini verið sera vælkoyrandi, og ætlar sær meira enn síni 2625 ratingstig siga okkum.
Heldur skuffandi hevur Ivanchuk bert hálvtsætta stig, eins og Sokolov bert hevur fimm stig. Teir hava tó báðir tvey umfør at vinna sær nøkur fleiri stig.
Topp 50 fáa fríbillet til næstu HM knockout-kappingina.

Sokolov vann í Sarajevo
Ivan Sokolov vann krútsterku kappingina í Sarajevo, Bosnia Herzegovina, hálvt stig ovari enn tríggir aðrir jagstrarar, harav topp 10-telvarin Alexei Shirov. Kappingin endaði fyri viku síðani.
Sjálvt um Sokolov, sum nú býr og umboðar Holland, eftirhondini er vorðin gamal í garði við sínum 34 árum, er talan í roynd og veru um eitt elitugjøgnumbrot. Ratingtal hansara førkar seg alsamt nær 2700-markinum. Undan kappingarsigrinum hevði Sokolov 2677 ratingstig.
Tað er ikki ein og hvør, ið kann reypa um at hava lagt bæði Shirov (2734 ratingstig) og Bareev (2733) afturum seg í somu kapping. Ei heldur stórtalentið Radjabov megnaði at fylgja við Sokolov.
Endaliga støðan í toppinum: Sokolov 6,5 av 9 (einki tap), Shirov, Kasimzdhanov og Macieja allir við 6 stigum, Radjabov 5 stig.

FM-snar verður 5. juli
Síðani ár 2000 hevur Føroyameistaraskapurin í snartalvi verið leiktur fyrsta vikuskifti í juli mánaða. Í ár verður telvað leygardagin 5. juli í Havn. Havnar Telvingarfelag hevur á hvørjum ári síðani ár 2000 staðið fyri vældámdari FM-snarkappingini.
Seinastu tvey árini hevur John Rødgaard vunnið leikandi lætt heitið. Tó er altíð tungt at vera favorittur og vita at allir vilja vinna á sær. Hinvegin er Rødgaard ein kaldur og effektivir snartelvari, og hevur harumframt vunnið Danmarksmeistaraheitið í snartalvi í sjeytiárunum!
Á www.faroechess.com koma seinni heintir upplýsingar.

FM-vinnararnir síðani 2000:
2000: Finnbjørn Vang
2001: IM John Rødgaard
2002: IM John Rødgaard
2003: ?