27 ára gamli framrættaði miðvallarin hjá Tottenham, James Maddison sleppur ikki við enska landsliðshópinum til EM-endaspælið í Týsklandi.
Tað hevur landsliðsvenjarin, Gareth Southgate tikið avgerð um.
Gareth Southgate tók 33 leikarar út til bruttohópin, og hann má áðrenn komandi fríggjadag skerja hópin við seks leikarum aftrat. EM-hópurin skal vera 26 leikarar, tríggir málverjar og 23 útileikarar.
Ongland er í innleiðandi bólki C saman við Serbia, Danmark og Slovenia, og er stórur favorittur til at vinna bólkin.
Fríggjakvøldið klokkan 19.45 spælir Ongland seinasta venjingardystin undan EM-endaspælinum. Mótstøðuliðið á Wembley leikvøllinum verður Ísland.