EM: Jóhan er millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen

Ein debutantur er tikin út til danska EM-hópin

Landsliðsvenjarin hjá ferfaldu heimsmeistarunum, Danmark, Nikolaj Jacobsen kunngjørdi ígjár EM-hópin.

 

Danmark er saman við Svøríki og Noregi vertstjóð á hesum sinni. Danmark er í innleiðandi bólki B, ið spælir í Boxen í Herning. Mótstøðuliðini eru Portugal, Norðurmakedonia og Rumenia. Ein bólkur, ið Danmark er stórfavorittur til at vinna. 

 

Jóhan á Plógv Hansen, ið hevur vunnið fýra HM-gull, OL-silvur á einum sinni, og EM-bronsu á einum sinni er millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen. Jóhan hevur tó ikki fingið so nógva spælitíð í teimum avgerandi dystunum í undanfarnu endaspølunum.

 

Nikolaj Jacobsen hálaði eina kanin úr hattinum ígjár. Hann hevur tikið út 23 ára gamla spælskiparan, Mads Svane hjá Bjerringbro-Silkeborg, ið enn hevur fyrsta A-landsdystin til góðar.

 

Nógvir danskir miðlar høvdu væntað, at liðfelagin hjá Óla Mittún í GOG, 21 ára gamli høgru bakkurin, Hjalte Lykke fór at vera millum teir kosnu aftaná eitt higartil ótrúliga gott kappingarár í GOG, men tað gjørdist ikki á hesum sinni, at Hjalte Lykke sleppur við til eitt endaspæl. 

 

Danmark leggur fyri við dysti móti Norðurmakedonia 16. januar.

 

Her er danski EM-hópurin:

 

Málverjar:

 

Emil Nielsen, FC Barcelona

 

Kevin Møller, SG Flensburg-Handewitt

 

Vengur:

 

Emil Jakobsen, SG Flensburg-Handewitt

 

Magnus Landin, THW Kiel

 

Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg AGF Håndbold

 

Niclas Kirkeløkke, SG Flensburg-Handewitt

 

Frederik Bo Andersen, HSV Hamburg

 

Strikuspælarar:

 

Magnus Saugstrup, SC Magdeburg

 

Lukas Jørgensen, SG Flensburg-Handewitt

 

Simon Hald, Aalborg Håndbold

 

Emil Bergholt, Skjern Håndbold

 

Bakkar:

 

Mathias Gidsel, Füchse Berlin

 

Mads Hoxer, Aalborg Håndbold

 

Simon Pytlick, SG Flensburg-Handewitt

 

Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg

 

Lasse Andersson, Füchse Berlin

 

Lasse Møller, SG Flensburg-Handewitt

 

Mads Mensah, Skjern Håndbold

 

Mads Svane, Bjerringbro-Silkeborg