EM: Kenna fleiri norðmenn aftur úr Algeria - og Stavanger

Norra verður í hálvfinaluni í dag mannað við trimum leikarum, sum spældu ímóti føroyska U21-landsliðnum í Algeria - Og einum, sum hevur verið liðfelagi við tríggjar føroyingar

Norra spælir klokkan 17.00 í dag, hálvfinalu í EM-endaspælinum ímóti Kroatia.

Sí eisini:

EM: Hálvfinalurnar í dag (stroyming)

Norska liðið er eyðkent við at vera mannað við rættiliga ungum leikarum, og á liðnum í løtuni eru tríggir 23 ára gamlir, sum á sumri 2017 spældu U21-HM-endaspælið í Algeria.

Føroyar hittu tá Norra, og leikarararnir kunnu í dag síggja mótstøðumenninar, Kevin Gulliksen, Sander Andreasen Øverjordet og Kristian Sæverås royna at spæla norðmenn í EM-finaluna.

Kevin Gulliksen er høgri vongur, og var einki serliga blíður við føroyingar 21. juli 2017.

Í norska 29-23 sigrinum á Føroyum gjørdist Kevin Gulliksen toppskjútti við seks málum úr seks royndum. Tvey vóru eftir brotskast.

Sander Andreasen Øverjordet spælir miðja. Hann hevði tvær royndir ímóti føroyska málinum í Algeria, men fekk einki mál.

Kristian Sæverås stóð í málinum meginpartin av dystinum ímóti Føroyum. Hann bjargaði 13 av 31 føroyskum skotum og skoraði eisini eitt mál.

Tríggir av føroysku leikarunum henda dagin í Algeria spældu í vár í Viking Stavanger í Norra. Har høvdu teir tríggir, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarsson Djurhuus, ein liðfelaga á vinstra vongi sum nevnist Alexandre Blonz.

Hann spældi sínar fyrstu landsdystir longu fyri einum ári síðani og skifti í summar til norska stórfelagið, Elverum.

Hesaferð er 19 ára gamli Blonz við aftur, har hann er til reiðar at traðka til á vinstra vongi um Magnus Jøndal kemur í trupulleikar.

Støðan er hin sama hjá teimum trimum mótstøðumonnunum frá Algeria. Kevin Gulliksen kemur neyvan á vøllin um tað liggur væl fyri hjá Kristian Bjørnsen, meðan Sander A. Øverjordet stendur aftanfyri Sander Sagosen, Gøran Søgard Johannesen og Christian O'Sullivan.

Kristian Sæverås var ikki við ímóti Slovenia fyrradagin orsakað av sjúku, men hevur verið eykamálverji hjá Torbjørn Bergerud alla kappingina.

Føroyska U21-liðið, sum spældi ímóti Norra 27. juli 2017 var hetta:

Niklas Simonsen (4 bjargingar frá 16 royndum)

Hørður Trygvason (5 bjargingar frá 22 royndum)

Helgi Hildarson Hoydal (1 mál)

Sjúrður Olsen

Áki Egilsne (4 mál)

Pætur Mikkjalsson (1 mál)

Hilmar Leon Jakobsen (7 mál)

Pætur Johansen (1 mál)

Rói Berg Hansen (4 mál)

Kjartan Johansen (1 mál)

Fríði Hammer Weyhe (1 mál)

Brandur Halgirsson

Rune Olsen (1 mál)

Teis Horn Rasmussen (1 mál)

Vilhelm Poulsen (1 mál)