EM-lutakast: Elias ynskir Noreg - Hákun ynskir Ísland

(EM) Her eru liðini Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum ynska at koma í bólk saman við til EM-endaspælið í Týsklandi í januar

Í morgin klokkan 16.45 verður hátíðarstund hjá føroyskum hondbólti og hjá føroyskum ítrótti. 

 

Tá verður EM-lutakastið í Düsseldorf í Týsklandi, har vit skulu parast við trý onnur lond í einum innleiðandi bólki. 

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

Fýra norðurlond eru í ovasta styrkisbólkinum Norðurlond eru sterk í hondbólti, og sannlíkindini fyri, at vit koma í bólk við eitt norðurland eru rættiliga stór. Í ovasta styrkisbólkinum eru bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg. Hini bæði liðini í ovasta styrkisbólkinum eru Spania og Frakland. Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki. Í triðja styrkisbólkinum eru Kroatia, Póland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia og Bosnia Hersogovina. Longu nú er staðfest, at Ísland verður í bólki C, og fer at spæla sínar bólkadystir í München. Noreg verður í bólki D, og fer at spæla sínar bólkadystir í Berlin. Svøríki verður í bólki E, og fer at spæla sínar bólkadystir í Mannheim. Danmark verður í bólki F, og fer at spæla sínar bólkadystir í olympisku høllini í München.

 

Spurdur hvønn hann ynskir at vera í bólki saman við svarar Hákun West av Teigum: - Úr styrkisbólki 1 ynski eg Ísland, ið eg haldi er liðið vit hava størsta møguleikan ímóti. Hini fimm liðini hava øll bæði betri og breiðari hópar. Úr styrkisbólki 2 hevði eg valt Eysturríki ella Portugal. Hini liðini í styrkisbólkinum eru størri og sterkari, men vit hava jú sæð, at vit kunnu spæla upp ímóti Eysturríki. Portugal er eitt lið, ið kann spæla upp ímóti teimum bestu liðunum, men teir kunnu eisini væl og virðiliga knekka. Úr styrkisbólki 3 er tað heilt klárt Norðurmakedonia ella Bosnia. Tað eru lið sum hava nakrar profilar, men sum eisini hava nógvar veikleikar. Og so eru hini liðini í styrkisbólki 3 sterk, sum t.d. Kroatia og Serbia, sigur Hákun.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir í Svøríki, og hann skal komandi kappingarár spæla við THW Kiel í Týsklandi. Kortini ynskir Elias hvørki Svøríki ella Týskland úr ovasta styrkisbólkinum: - Eg ynski Noreg, Niðurlond og Norðurmakedonia, sigur Elias.