EM: Noreg vann stórsigur á Pólandi

Noreg var greitt omaná móti Pólandi í okkara bólki

Í okkara bólki, bólki D vann Noreg í kvøld stórsigur 32-21 á Pólandi. Í steðginum var Noreg á odda 15-10. 

 

Póland megnaði at fylgja við fyrstu løtuna, men eftir tað løgdu norðmenn sjógv millum seg og pólendingarnar.

 

Føroyar spæla móti Noregi í Mercedes Benz høllini í Berlin komandi leygarkvøld klokkan 19.30. Og stórsigurin boðar frá, at tað fer at krevja nógv av føroyska liðnum at fáa eitt gott úrslit móti Noreg.

 

Noreg - Póland 32-21 (15-10)

 

Noreg: Sander Sagosen 6, Magnus Rød 5, Sebastian Barthold 4, Kristian Bjørnsen 4, Gøran Johannessen 4, Magnus Gullerud 3, Petter Øverby 2, Henrik Jakobsen 1, Tobias Grøndahl 1, Harald Reinkind 1, Simen Lyse 1. 

 

Póland: Szymon Sicko 5, Ariel Pietrasik 3, Pawel Paterek 2, Kamil Syprzak 2, Maciej Gebala 2, Mikolaj Czaplinski 2, Damian Przytula 1, Michal Olejniczak 1, Jakub Powarzynski 1, Jakub Szyszko 1, Przemyslaw Urbaniak 1.

 

Slovenia - Føroyar 32-29 (13-13)

 

Slovenia: Aleks Vlah 8, Miha Zazabec 7, Jure Dolenec 4, Borut Mackovsek 4, Gasper Marguc 3, Nejc Cehte 3, Blaz Blagotinsek 1, Stas Jovicic 1, Tilen Kodrin 1. 

 

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9/15, Hákun West av Teigum 8/10, Teis Horn Rasmussen 3/3, Tróndur Mikkelsen 2/2, Vilhelm Poulsen 2/4, Óli Mittún 2/6, Rói Berg Hansen 1/2, Leivur Mortensen 1/3.

 

Noreg og Slovenia hava tvey stig hvør. Føroyar og Póland hava einki stig. 

 

 

 

13. januar:

 

17.00 Póland – Slovenia.

 

19.30 Føroyar – Noreg.

 

15. januar:

 

17.00 Póland – Føroyar.

 

19.30 Noreg – Slovenia.