EM: Taptu við fýra málum fyri Pólandi

Tað leikaði leingi javnt á, men Póland vann at enda við fýra málum

Mynd: Ritzau

Minniliga føroyska EM-ævintýrið í Berlin er liðugt.

 

Póland valdi at spæla sín fyrsta góða dyst í hesum EM-endaspælinum í kvøld, og teir reistu seg aftaná sløk avrik móti Noregi og Slovenia, og vunnu 32-28 á Føroyum.

 

Støðan í steðginum var javnleikur 15-15.

 

Liðini fylgdust leingi í seinna hálvleiki, men seinastu minuttirnar slitnaði millum liðini.

 

Póland skoraði 32 mál upp á 43 málmøguleikar, meðan okkara menn skoraðu 28 mál upp á 42 málmøguleikar.

 

Okkara verja hevði eisini stórar trupuleikar við stóru og tungu leikarunum hjá Pólandi, ið runnu ígjøgnum.

 

Eitt plástur á sárið var, at Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist dagsins leikari. Elias skoraði níggju mál, og Hákun West av Teigum skoraði 10 mál. Póland royndi í fleiri umførum at mansverja Elias. Hákun var sjálvur tryggleikin tá tað kom til at seta brotskøstini í netið.

 

Føroysku fjeppararnir vóru aftur heimsklassi í dag. EM verður fátækt nú uttan føroysku fjeppararnar.

 

Føroyska manslandsliðið hevur við einum flottum javnleiki og tveimum tapum við lítlum málmuni gjørt tjóðini stóran heiður og æru undir EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Føroyar: Hákun West av Teigum 10/11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 9/13, Vilhelm Poulsen 2/3, Óli Mittún 2/5, Rói Berg Hansen 2/5, Leivur Mortensen 1/1, Teis Horn Rasmussen 1/1, Helgi H. Hoydal 1/2.

 

Pauli Jacobsen bjargaði trimum av 24 málroyndum. Nicholas Satchwell, ið tíverri mátti út við skaða í seinna hálvleiki bjargaði trimum av 13 málroyndum.

 

Mynd: Ritzau