Føroyar vóru aftanfyri 23-26, men megnaðu við fantastiskum endaspurti javnleik 26-26 móti stórtjóðini, Noreg.
Elias Ellefsen á Skipagøtu javnaði til 26-26 við brotskasti í allarseinastu sekundunum. Harald Reinkind, liðfelagi hjá Eliasi í THW Kiel av øllum misti bóltin og Elias var feldur í álopsstøðu, og hann tók av stóra møguleikanum í allarseinastu løtu.
Løtan tá Elias javnaði til 26-26 er helst glæsiligasta løtan í føroyskum liðítrótti nakrantíð.
Elias var uppiborið valdur til dagsins leikara. Hann legði upp til nógv mál hjá liðfeløgunum aftur í dag.
Føroyar vóru aftanfyri 12-13 í steðginum.
Liðini fylgdust allan seinna hálvleik, men tá Torbjørn Bergerud diskaði upp við nøkrum bjargingum og norðmenn løgdu seg framum 26-23. Men eitt reytt kort til Noreg, gott verjuspæl, góðar bjargingar hjá Paula Jacobsen og effektivt álop hálaði okkum upp á turt, og vit fingu størsta hondbóltsúrslitið nakrantíð.
Føroysku áskoðararnir vóru í heimsflokki allan dystin.
Mánadagin klokkan 17 mugu Føroyar vinna á Pólandi, samstundis má Slovenia vinna við trimum málum ella fleiri á Noreg, um vit skulu vinna okkum víðari til millumumfarið.
Norðmenn spældu við A-ketuni hjá sær nærum allan dystin. Teir tordu ikki at rotera, ið kanska var væntandi.
Føroyar: Teis Horn Rasmussen 5/7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5/12, Hákun West av Teigum 4/5, Rói Berg Hansen 3/3, Óli Mittún 3/5, Vilhelm Poulsen 3/6, Kjartan Johansen 1/1, Pætur Mikkjalsson 1/3, Leivur Mortensen 1/3.
Nicholas Satchwell bjargaði sjey av 21 málroyndum, og Pauli Jacobsen bjargaði fýra av 13 málmøguleikum.