Eitt langt stríð um útskifting í einum haga í Froðba hevur nú elvt til, at Kristin Michelsen og aðrir eru sendir til innkrevjingar. Stríðið fevnir um herverk, kæru til Hægsta rætt, og tí, sum Umhvørvisstovan upplivdi sum eina hóttan móti embætismanni.
- Eg kann bara siga tað, at vit upplivdu tað so mikið álvarsamt, at vit fóru til Havnar aftur uttan at gera tað vit komu eftir, sigur Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, um hendingar sum fóru fram í Suðuroy í november í 2009 - áðrenn hetta stríðið um útskifting, sum lesast kann um aðrastaðni á síðuni, var komið á mál.
Kristin Michelsen sigur seg ikki minnast nakað til nakrar hóttanir, tá Sosialurin tosar við hann um málið, men serliga tveir partar av innanhýsis notatum hjá Umhvørvisstovuni vísa eina aðra mynd.
- Hann spurdi um vit líktust harum, og hvat vit skuldu í haganum, skrivar eitt embætisfólk á umhvørvisstovuni í notati. Víðari sigur sama embætisfólk, at Kristin hótti við at melda til løgregluna fyri ólógliga hagagongu.
Og í einum øðrum notati, dagfest 9/11 2009, sum er í harutíðini, greiðir táverandi stjórin á Umhvørvisstovuni frá, at Kristin Michelsen hevði ringt til sín hetta kvøldið at boða frá, at fóru starvsfólk frá Umhvørvisstovuni í hagan dagin eftir, so var tað undir egnari ábyrgd, og at bilar fóru at verða settir fyri at forða virkseminum.
- Vanligt er, at man setur mál í bíðistøðu, tá ið man kærir víðari, sigur Kristin Michelsen í stuttari viðmerking.
Men sambært stjóranum í Umhvørvisstovuni var samrøðan millum Kristin Michelsen og viðkomandi starvsfólk uppfatað sum ein hóttan móti starvsfólkunum hendan dagin.
Sendur til inkasso
Áleið 3000 krónur er tað, sum Kristin Michelsen persónliga skyldar landinum, fyri sín part av kostnaðinum av at seta markið á nýggjum í haganum í Froðba. Útskiftingarnevndin, Yvirútskiftingarnevndin og Hægsti Rættur hava tikið avgerð í málinum, og úrskurðurin er endaligur – útskiftingin er staðfest. Men Kristin Michelsen og aðrir við vilja ikki góðtaka tað, sum myndugleikarnir siga. Nú hevur Umhvørvisstovan eftir øllum at døma fingið nóg mikið, og tí er málið sent til inkasso.
- Freistin er ikki úti enn, so eg vil ikki siga, at eg ikki fari at gjalda, sigur Kristin Michelsen í stuttari viðmerking.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum í dag.