Emil avloysir Matthias

Víkingur hevur skift álopsspælara síðani fríggjakvøldið, tá ið Víkingur og HB spældu í steypakappingini

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB í landskappingardyssti eigur heimadyst ímóti Víkingi. Tá ið liðini hittust í Gøtu fríggjakvøldið var støðan eftir 90 minuttir 1-1, og so var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði HB eitt mál og vann seg víðari í kappingini um løgmanssteypið.

 

Víkingur hevur skift ein spælara. Martin Klein Joensen er nýggjur í álopinum, meðan Andreas Lava Olsen, sum fríggjakvøldið var fremsti maður, inntil Martin Klein Joensen 20 minuttir undan leikloki loysti hann av, ikki er á listanum í kvøld. Hvørki Ari Olsen ella Finnur Justinussen eru á listanum hjá Víkingi í kvøld.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Arnon Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Jákup Johansen, Sølvi  Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Eisini HB liðið er í mest sum somu uppstilling sum fríggjakvøldið. Einasta broytingin er, at svenski miðvallarin Emil Berger avloysir danska miðvallaran Matthias Præst Nielsen. Fríggjakvøldið avloysti Emil Matthias miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í Gøtu sá tað út til, at álopsspælarin Mikkel Dahl ikki var heilt væl fyri, men hann er aftur í dag millum teir fyrstu ellivu.

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Emil Berger, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl, Mads Borchers

 

Venjari: Dalibor Savic