Við 1-0 sigri á Sveis er Svøríki fyri fyrstu ferð síðani 1994 í fjórðingsfinaluni í einum HM-endaspæli. Dagsins hetja í Svøriki eitur Emil Fossberg, sum við eitt sindur av hepi, skoraði avgerandi málið í dystinum.
Svøríki hevði munin í fyrra hálvleiki, har teir komu til bæði tveir og kanska tríggjar stórar málmøguleikar, men neyvleikin manglaði. Í eina førinum var talan um avbera gott spæl í høgru, tá bólturin so bleiv lagdur innfyri, men svenski spælarin megnaði ikki at umseta innleggið til skot á mál.
Í seinna hálvleiki tóktist dysturin verða meiri javnur, tí Sveis hevði bóltin mist líka nógv – um ikki meir í løtum. Tó endaði tað við, at Emil Fossberg fekk bóltin í vinstru uttanfyri brotsteigin. Hann rak til høgru og komin mitt fyri, royndi hann seg við skoti. Tað var hvørki hart ella neyvt, men rakti ein verjuspælara og snýtti málverjan hjá Sveis.
Eftirfylgjandi vardi Svøríki sum eitt lið og tað var sjáldan, at tað var veruligur vandi á ferð. Sveis kringsetti brotsteigin, men guli múrurin stóð í vegin fyri øllum teimum sveisisku málroyndunum.
Svøriki er víðari til fjórðingsfinalurnar, har teir skulu spæla móti Onglandi ella Kolumbia. Tey spæla í kvøld klokkan 19. Hinar fjórðingsfinalurnar eru Uruguay-Frakland, Brasil-Belgia og Russland-Kroatia. Fjóðringsfinalurnar verða spældar sunnudagin og leygardagin.
Svøríki – Sveis 1-0 (0-0)
1-0 Emil Fossberg, 66.min