Eminem klárur aftur

 

Eftir at fýra ár eru liðin, síðan seinasta fløgan hjá væl umtókta hvíta rapparanum Eminem kom út, vendir hann nú aftur.

Fløgan fer at eita ?Relapse?. Hetta segði hann frá hósdagin, tá ið hann feiðraði nýggju bók sína ?The Way I Am? í einum radiostudio. Eminem greiddi her eitt sindur frá um nýggju fløguverkætlanina.

 

Vinmaðurin 50 Cent hevur har umframt sagt frá, at nýggja fløgan hjá Eminem væntandi kemur út, áðrenn fløgan hjá 50 Cent ?Before I Self Destruct? verður send á gøtuna 9. desember.