Empiri jólakonsert í Samuelskirkjuni

Umframt vanligar jólasangir verða eisini meira krevjandi kórsatsir á skránni, so sum Lacrimosa úr Requiem hjá Mozart. Bogi Mouritsen stjórnar føroyska útisetakórinum

Leygardagin 4. desember klokkan 15.00 verður jólakonsert við Empiri í Samuelskirkjuni í Thorsgade 65 í Keypmannahavn.

Hóast heitið á kórinum tykist fremmant, er kórið føroyskt, og varð tað stovnað í februar í fjør av ungum útisetum.

Tað er Bogi Mouritsen, sum er kórleiðari. Kórmanningin er lutfalsliga lítil - og telur 17 kórlimir, so hvør einstakur í kórinum hevur eyðvitað stóran leiklut í og ábyrgd av ljóðmyndini.

? Vit hava øll luttikið í ymsum føroyskum kórum, áðrenn vit komu niður m. a. í lestrarørindum og duga tískil væl at syngja og ikki minst at hava tað stuttligt við sangi og tónleiki, sigur Bogi Mouritsen.

Á fjølbroyttu skránni eru sjálvandi ymiskir hugnaligir jólasangir, sum munnu fáa jólahýrin fram í teimum allarflestu. Genturnar syngja fittu søguna um lítlu Marin, sum droymdi um eitt jólatræ, og dreingirnir syngja eitt Pater Noster fyri líkasum at sipa til, at jólini snúgva seg um annað enn jólatrø og Walt Disney.

Av meira krevjandi kórsatsum, sum verða framførdir leygardagin, kunnu nevnast Lacrimosa úr Requiem hjá Mozart, sum er ein stór uppgáva hjá einum lítlum kóri, og nú vit eru í holtur við tað dapra kann eisini nevnast Apokalypsa hjá Anker Eli Petersen og Leivi Thomsen, sum Tróndur Bogason Hansen hevur tulkað í eini væleydnaðari útseting, sum vit elska at syngja.

? Tað er eisini Tróndur, sum hevur útsett kenda jólasangin White Christmas hjá Irving Berlin. Vit eru ikki heilt vís í, hvat Irving hevði hildið um hesa øðrvísi útsetingina, men eitt er vist: Huglagið í sanginum er júst sum tað eigur at vera við nógvum stórum bleytum kavaflykrum, sum koma spakuliga dettandi niður úr stjørnunum, sigur Bogi Mouritsen.

Hetta og nógv annað spennandi er í væntu hjá teimum, sum koma til jólakonsertina hjá Empiri í Samuelskrikjuni.