Klokkan 15:00 í dag spælir U-21 landsliðið hjá Føroyum næstseinasta dystin í hesari undankappingini tá teir spæla á útivølli móti Aserbadjan í aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku.
Somu lið spældu fyri eitt sindur meira enn einum ári síðani í einum dysti á Svangaskarði, sum Aserbadjan vann 1-0.
Føroyska liðið eigur enn fyrsta stigið til góðar í verandi undankapping. Og á pappírinum er besti møguleikin fyri at fáa stig í dag, tá mótstøðuliðið í seinasta dystinum er Eysturríki, sum liggur sum nummar tvey í bólkinum.
Í mun til liðið móti Russlandi fyri nøkrum døgum síðani, eru nakrar broytingar farnar fram á føroyska liðnum. Gestur B. Dam, sum spældi á høgra bakki seinasta dyst, spælir í dag á sentrala miðvøllinum, meðan David Langgaard úr KÍ avloysir hann á høgra bakki. Á vinstra kanti er Jákup Vatnhamar Olsen úr Víkingi nýggjur maður, har hann hevur loyst av Magnus Egilsson, sum byrjaði seinasta dyst á vinstra kanti.
Til ber at fylgja dystinum beinleiðis undir her:
LIÐUGT: So er dysturin niðri í Baku í Aserbadjan liðugur, har endaliga úrslitið gjørdist ein 1-1 javnleikur. Føroyska liðið legði seg annars á odda seint í fyrra hálvleiki við máli frá Ára Mohr Jónsson, men seint í dystinum eydnaðist tað Aserbadjan at javna eftir innlegg úr aserbadjansku vinstru síðuni. Talan er um fyrsta stigið hjá U-21 landsliðnum í hesari undankappingini. Um eina løtu verður longri dystarfrásøgn at lesa.
MÁÁL, 1-1, 88 minuttir: So hevur Aserbadjan javnað í Baku. Aserbadjan hevur eisini trýst føroyska liðið seinastu løtuna. Málið kom eftir innlegg úr vinstru síðu hjá Aserbadjan, har aserbadjanski Matadov slapp framum Ára Mohr Jónsson tá innleggið kom, soleiðis at hann fekk javna til 1-1.
85 minuttir 1-0 til Føroyar: Nú ræður um at halda stand hjá føroyska liðnum seinastu løtuna. Men tað er týðuligt at Aserbadjan trýstur føroyska liðið munandi meira hesa seinastu løtuna, enn teir annars hava gjørt undir dystinum.
75 minuttir 1-0 til Føroyar: Føroyar eru framvegis á odda 1-0 niðri í Aserbadjan, og fyri løtu síðani gjørdu føroysku venjararnir fyrstu útskiftingina í dystinum. Hannes Agnarsson úr B36 er komin á vøllin fyri Jóannes Bjartalíð úr KÍ.
65 minuttir 1-0 til Føroyar: Nú hevði Jákup Thomsen fyri løtu síðani eina fína roynd eftir eitt langskot, og lítla løtu seinni steðgaði David Langgaard einum skjótálopi hjá Aserbadjan, og fekk harvið gult kort. Hetta er annað gula kortið hjá Føroyum í dystinum.
55 minuttir 1-0 til Føroyar: Tað gongur væl hjá Føroyum niðri í Aserbadjan, og fyri løtu síðani var um reppið at Jóannes Bjartalíð økti um leiðsluna til 2-0 til Føroyar. Men málverjin hjá Aserbadjan bjargaði.
50 minuttir 1-0 til Føroyar: So er annar hálvleikur byrjaður í Aserbadjan, og eftir fyrstu fimm minuttirnar í øðrum hálvleiki, er støðan framvegis 1-0 til Føroyar. Aserbadjan gjørdi í hálvleikinum eina broyting, sum er tekin uppá at aserbadjanski venjarin als ikki er nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki.
Hálvleikur, 1-0 til Føroyar: So bríkslaði dómarin fyri hálvleiki í Baku í Aserbadjan, har Føroyar heldur óvæntað eru á odda 1-0. Málið kom stutt fyri hálvleik, tá Føroyar við einum frálíkum skjótálopi revsaði Aserbadjan, sum hevði havt hornaspark. Málskjútti var vinstri bakkurin Ári Mohr Jónsson. Sum heild hevur talan verið um ein javnan fyrra hálvleik, har føroyska liðið hevur verið væl við leikliga.
MÁÁL, 1-0 til Føroyar, Ári Mohr Jónsson, 41 minuttir: So hevur Føroyar heldur óvæntað lagt seg á odda 1-0 niðri í Baku. Málið kom eftir eitt frálíkt føroyskt kontraálop, har Jákup Thomsen spældi vinstra bakkin Ára Mohr Jónsson leysan, sum smekkaði bóltin í netið. 1-0 til Føroyar!!
40 minuttir 0-0: Tað gongur enn javnt fyri seg niðri í Baku í Aserbadjan, og føroyska liðið er væl við leikliga. Hóast tað ikki eru spurdir teir heilt stóru málmøguleikarnir burturúr tí, situr ein ikki við kensluni av, at føroyska liðið er undir serliga hørðum trýstið. Sum heild hevur dysturin hesar fyrstu 40 minuttirnar verið javnur.
30 minuttir 0-0: Tað stendur framvegis á jøvnum 0-0, nú fyrsti hálvi tímin er leiktur. Sum heild er langt millum álopini í dystinum. Aserbadjan hevði eina fína roynd uppá eitt langskot, tá umleið 25 minuttir vóru leiktir, men Niklas Thomsen bjargaði skotinum væl út til hornaspark.
20 minuttir 0-0: Tað er ikki stórvegis broytt síðani seinast. Hvørki av liðunum hevur havt nakað skot uppá mál seinastu tíggju minuttirnar, og tað einasta sum er stórvegis at skriva heim um, er at føroyski miðvallarin, Jonas G. Hansen, fyri løtu síðani fekk gult kort.
10 minuttir 0-0: Nú er føroyska liðið blivið meira vandamikið, og innanfyri seinastu fimm minuttirnar hevur føroyska liðið havt tvey skot á aserbadjanska málið. Jákup Thomsen hevði annað, meðan Jóannes Bjartalíð hevði hitt. Men enn er støðan 0-0.
5 minuttir 0-0: Enn er ikki stórvegis hent í dystinum, og støðan er 0-0. Aserbadjan hevur havt eitt hornaspark higartil, og einaferð hevur Niklas Thomsen havt eina bjarging, tá Aserbadjan kom í góða støðu. Men føroyska liðið hevur staðið fínt hesar fyrstu fimm minuttirnar.
Føroyska liðið: Niklas Thomsen – David Langgaard, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári M. Jónsson – Jóannes Bjartalíð, Gestur B. Dam, Jonas G. Hansen, Jákup V. Olsen – Teit Jacobsen – Jákup Thomsen.