Í gjár var endabresturin í kappingini í estetiskum fimleiki, tá føroyameistarakapping var í Høllini á Hálsi í Havn. Tær sum kappaðust vóru pinkur, smágentur í A-kappingini og pinkur, smágentur og gentur í B-kappingini.
Í A-kappingini hjá pinkum kappaðust Havnar Fimleikafelag, Støkk og Ljósið. Støkk B var eisini við sum vinnari av B-kappingini.
Úrslitið varð, at Havnar Fimleikafelag vann kappingini hjá pinkum við 14,38 stigum, sum bert var 0,13 stig framman fyri Støkk A. Nummar trý gjørdist Ljósið og Støkk B var nummar fýra.
Í A-kappingini hjá smágentum kappaðust Ljósið, Støkk og Havnar Fimleikafelag A og Havnar Fimleikafelag B sum vinnari av B-kappingini.
Úrslitið varð, at Havnar Fimleikafelag A vann við 14,68 stigum. Nummar tvey var Støkk, nummar trý var Ljósið og nummar fýra var Havnar Fimleikafelag B.
Í B-kappingini hjá pinkum vann Støkk framman fyri Havnar Fimleikafelag.
Hjá smágentum vann Havnar Fimleikafelag, nummar tvey var Støkk, nummar trý var Flog A og nummar fyri Flog B.
Hja gentum vann Havnar Fimleikafelag, meðan Støkk og Flog endaðu bæði øðrum plássi, tí tey vóru púra jøvn í stigum við 13,37. A kappingin hjá gentum verður 12. mai.