Tjúgunda umfar í Effo-deildini er í dag á skránni.
Fýra dystir verða spældir í dag, har tríggir av teimum byrja klokkan 15:00, meðan tann seinasti byrjar klokkan 17:15.
Ein dystur í umfarinum er longu spældur. Hann varð spældur í Klaksvík fríggjakvøldið, tá KÍ vann 2-0 á arvafíggindunum úr HB.
Stóri dysturin í dag er oddadysturin í Gundadali, sum er millum B36 og NSÍ. Tey liggja bæði ávíkavíst á fyrsta og øðrum plássið í deildini.
Dystirnir í dag eru hesir
ÍF-EB/Streymur byrjar klokkan 15:00
B36-NSÍ byrjar klokkan 15:00
FC Suðuroy-TB byrjar klokkan 15:00
AB-Víkingur byrjar klokkan 17:15
AB-Víkingur 0-0
LIÐUGT: Víkingur hevði ein risa møguleika, beint áðrenn dómarin bríkslaði av. Tað var Finnur Justinussen, sum mundi skora fyri Víking.
Við javnleikinum hevur Víkingur annað vikuskiftið á rað sett stig til í FM stríðnum.
90 minuttir: Víkingur trýstir á Argjum í løtuni. Tað eru serliga deyðbóltsstøðurnar hjá Súna Olsen, sum elva til høvuðbrýggj fyri heimaliðið.
75 minuttir: Víkingur roynir at spenna um álopsbogan. Nú er Páll Mohr Joensen komin inn á Víkinga liðið ístaðinfyri Gunnar Vatnhamar.
55 minuttir: Tað er framvegis málleyst á Argjum. Tað gongur javnt fyri seg.
46 minuttir: Víkingur hevur eisini gjørt eina útskifting í fyrra hálvleiki. Hans Jørgen Djurhuus er farin av vøllinum, meðan Súni Olsen er komin inn í hansara stað.
45 minuttir: AB hevur júst havt størsta møguleikan í dystinum. Tað var kantspælarin, Rógvi Poulsen, sum kom í góða støðu, men skeyt beint framvið málinum.
30 minuttir: AB hevur longu í fyrra hálvleiki gjørt eina útskifting. Miðverjin, Sorin Anghel er farin av vøllinum, og inn í hansara stað er komin Dimitrije Jankovic.
20 minuttir: Tað eru gestirnir úr Víkingi sum tykjast meira vandamiklir enn heimaliðið. Víkinga leikararnir hava eisini havt bóltin í málinum tí einu ferðina, men tá varð veittrað fyri rangstøðu.
10 minuttir: Dysturin hevur ikki orduliga sett seg á Argjum enn. Tað bylgjar báðar vegir fyrstu løtuna, men Finnur Justinussen hevur havt vandamiklasta møguleikan í dystinum higartil.
AB: Nicklas Thomsen – Bárður Olsen, Sorin Anghel, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Tróndur Jensen, Kári Nielsen, Jobin Drangastein – Dion Splidt, Rógvi Poulsen – Jógvan Skeel Nolsøe
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Filip Djordjevic – Gunnar VatnhamarFinnur Justinussen, Andreas Lava Olsen
B36-NSÍ 3-0
LIÐUGT: Dysturin í Gundadali er nú liðugur. B36 vann ein sannførandi 3-0 sigur móti kappingarneytunum úr NSÍ.
MÁÁL, 3-0 til B36, Hans Pauli Samuelsen, 82 minuttir: B36 stevnir beint móti FM heitinum. B36 er nú á odda heili 3-0 í oddadystinum móti NSÍ. Hans Pauli Samuelsen legði B36 á odda 3-0.
MÁÁL, 2-0 til B36, Alex Mellemgaard, 76 minuttir: B36 er á veg til at fáa ein týdningarmiklan heimasigur í dag. Støðan er nú 2-0 til B36. Málið kom eftir hornaspark, sum Alex Mellemgaard sparkaði beinleiðis í netið.
70 minuttir: B36 hevur júst havt besta málmøguleikan í seinna hálvleiki. Eftir eitt gott B36 álop, kom Róaldur Jakobsen í góða støðu, men hann skeyt framvið málinum.
62 minuttir: NSÍ ger sína aðru útskifting í dystinum. Magnus H. Olsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Jonhard Fredriksberg.
49 minuttir: Tað er dyggur smeitur fyri NSÍ, at liðskiparin og toppskjúttin, Klæmint A. Olsen, er farin av vøllinum við skaða.
Christian Høgni Jacobsen er komin inn á NSÍ liðið ístaðinfyri Klæmint A. Olsen.
Hálvleikur: Tað er hálvleikur í Gundadali í løtuni. B36 er á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Odmari Færø.
Tað hevur annars gingið javnt fyri seg í fyrra hálvleiki. NSÍ byrjaði dystin betur, men B36 hevur síðani tikið meira yvir ímóti endanum av hálvleikinum.
Merkisvert er, at álopsessið hjá B36, Philip Lund, er farin av vøllinum við skaða í fyrra hálvleiki.
MÁÁL, 1-0 til B36, Odmar Færø, 43 minuttir: Nú er mál komið í Gundadali, og tað er heimaliðið B36, sum hevur fingið tað. Málið kom eftir ein deyðbólt frá Hans Paula Samuelsen, sum Odmar Færø skallaði í kassan.
23 minuttir: B36 hevur aftur nú verið nær við. Lukasz Cieslewicz royndi seg fyri løtu síðani við skoti, sum fór á tvørtræðið.
20 minuttir: Nú hevur B36 havt sín fyrsta veruliga møguleika í dystinum. Eftir innlegg frá Jónas Tór Næs úr vinstru, var um reppið at hin bakkurin, Høgni Eysturoy, fekk skalla bóltin í málið.
18 minuttir: B36 hevur longu gjørt sína fyrstu útskifting. Álopsleikarin Philip Lund er farin av vøllinum við skaða, og inn í hansara stað er komin Alex Mellemgaard.
15 minuttir: NSÍ hevur júst misnýtt ein risa møguleika. Møguleikin kom eftir eina umstilling, har sum Jann Martin Mortensen slapp ígjøgnum, men tíverri fyri NSÍ skeyt hann beint framvið málinum.
10 minuttir: Tað er NSÍ sum trýstir meira hesa fyrstu løtuna. Fyri løtu síðani var Klæmint A. Olsen um reppið at sleppa leysur í brotssteiginum.
5 minuttir: Teir eru byrjaðir í Gundadali, og talan hevur verið um javna byrjan. Tað merkist á fyrstu løtuni, at liðini hava virðing fyri hvørjum øðrum.
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Jónas Tór Næs – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen – Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Phillip Lund
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Hákun Edmundsson, Magnus H. Olsen – Árni Fredriksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Martin Mortensen – Klæmint A. Olsen
ÍF-EB/Streymur 4-1
LIÐUGT: Dysturin í Fuglafirði er eisini liðugur, har heimaliðið, ÍF, vann ein sannførandi 4-1 sigur á EB/Streymi.
MÁÁL, 4-1 til ÍF, Jan Ellingsgaard, 90 minuttir: Nú er ÍF á odda heili 4-1. Tann sum skoraði fjórða málið fyri ÍF var vinstri bakkurin, Jan Ellingsgaard.
MÁÁL, 3-1 til ÍF, Andy Olsen, 85 minuttir: Nú er ÍF á odda 3-1. Tað er innskifti Andy Olsen, sum hevur økt til 3-1 fyri ÍF.
Hálvleikur: Tað er hálvleikur í Fløtugerði í Fuglafirði. ÍF er á odda 2-1 móti EB/Streymi í hálvleikinum.
MÁÁL, 2-1 til ÍF, Andras Olsen, 41 minuttir: Nú hevur EB/Streymur minkað um munin í Fuglafirði. Tað er miðverjin hjá EB/Streymi, Andras Olsen, ið skoraði málið.
MÁÁL, 2-0 til ÍF, Nenad Saric, 39 minuttir: Tað líkist einum heimasigri í Fuglafirði. Nenad Saric hevur júst nú lagt ÍF á odda 2-0.
MÁÁL, 1-0 til ÍF, Ari Ellingsgaard, 26 minuttir: Nú er mál komið í Fuglafirði, og tað er heimaliðið ÍF sum hevur lagt seg á odda. Ari Ellingsgaard skoraði málið hjá ÍF, eftir upplegg frá Adeshina Lawal.
ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ellingsgaard – Karl Løkin, Fritleif í Lambanum, Ari Ellingsgaard, Nenad Saric – Clayton Soares, Adeshina Lawal
EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Ólavur Ejdesgaard – Arnar Dam, Rói Olsen, Hanus Olsen, Ragnar B. Danielsen, Jan á Høgaryggi – Leif Niclasen
FC Suðuroy-TB 2-2
LIÐUGT: Brotssparkið var seinasta sparkið í dystinum, og dysturin í Vági er nú liðugur.
MÁÁL, 2-2, Albert Adu, 90 minuttir: Langt inni í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, dømdi dómarin, Rúni Gaardbo, brotsspark til TB. Albert Adu umsetti brotssparkið til mál, soleiðis at støðan endaði 2-2.
MÁÁL, 2-1 til FC Suðuroy, Rógvi Joensen, 66 minuttir: Nú hevur TB minkað um munin. Málið kom eftir eitt langt innkast frá Arthuri D. Poulsen, sum Rógvi Joensen skallaði í málið.
Hálvleikur: FC Suðuroy er á odda 2-0 í hálvleikinum móti TB.
MÁÁL, 2-0 til FC Suðuroy, Mamuka Torondjadze, 38 minuttir: Nú er FC Suðuroy á odda 2-0 á Eiðinum í Vági. Málskjúttin til næsta málið var Mamuka Torondjadze, sum skoraði eftir hornaspark.
MÁÁL, 1-0 til FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, 25 minuttir: Eftir innlegg slapp Jón Krosslá Poulsen at standa leysur, og hann skoraði trygt, soleiðis at FC Suðuroy nú førir 1-0.