Endalig avgerð: Hann verður IKKI skúli aftur

Men hvat skal Kommunuskúlin so brúkast til? Hugskot frá borgarum eru vælkomin

 

Innandura spælipláss, mentanar og virkishús ella býarbókasavn. Í býráðnum í Havn ýður enn í uppskotum um, hvat Kommunuskúlin í miðbýnum skal brúkast til.

 

Tað einasta, sum er púra greitt er, at hann verður ikki skúli aftur.

Tað er endaliga greitt, eftir at Tórshavnar Býráð hevði málið til viðgerar fyrr í vikuni.

 

Sostat hevur býráðið sett ein endaligan stoppara fyri øllum spekulatiónum um at endurreisa Kommunuskúlan.

 

Hinvegin hevur býráðið eisini samtykt at leggja kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman í ein stóran vesturskúla í vesturbýnum og nú verður farið undir at fyrireika tað verkætlanina.

 

Men hóast býráðið hevur samtykt, at Kommunuskúlin ikki skal vera skúli aftur, er enn ongin endalig avgerð tikin um, hvat hann skal brúkast til.

 

Mentanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gera hann til eitt mentanar- og virkishús til endamál av øllum handa slagi til børn, ung og eldri, til frítíðarítriv og onnur endamál.

 

Nøkur ítriv, sum eru nevnd í hesum sambandi er, at gera umstøður til tónleik, talv og pílaspæl í Kommunuskúlanum, saman við øllum møguligum øðrum.

 

Men tað eru verri enn so allir býráðslimir, sum eru treytaleyst samdir í tí.

Teir føra fram, at tað er mentanarnevndin einsamøll, sum hevur tikið støðu til, at Kommunuskúlin skal verða mentanar og virkishús.

 

Men samstunds halda teir, at tað er ein spurningur, alt býráðið eigur at vera saman um at taka.

 

Tað eru eisini summir býráðslimir sum halda, at tað er beinleiðis skomm at gera Kommunuskúlan til eitt mentanarhús, tí hann er so ljótur.

 

Men annars vóru uppskot frammi um at at brúka skúlan til býarbókasavn, eitt stórt, innandura spælipláss og so framvegis.

 

Eitt seiglívað uppskot er at gera hann til bústaðir, men í tí sambandi varð ført fram, at tað læt seg ikki gera, eitt nú tí at sanitetsviðurskiftini eru ikki gjørd til tað.

 

Hinvegin samtykti býráðið at arbeiða víðari við samtyktini hjá mentanarnevndini um at gera hann til eitt virkis- og mentanarhús av onkrum slagi.

 

Men so skal býráðið taka endaliga støðu til, akkurát hvat hann skal brúkast til.

 

Í hesum sambandi sigur býráðið, at borgarar eru vælkomnir at koma við hugskotum um, hvat bygningurin hjá Kommunuskúlanum skal brúkast til.