Endaspurturin til EM byrjaður

Frakland, Ísland, Tjekkia, Ongland og Eysturríki eru longu klár til EM, men komandi fimm dagarnar skulu 15 lond afturat finnast.

 

Bólkur A

Úr bólki A hava Ísland og Tjekkia longu vunnið sær pláss í EM-endaspælinum, men stórur spenningur er um triðja plássið, sum í minsta lagi gevur atgongd til play-off dystirnar. Í løtuni liggur Turkaland á triðja plássi við 12 stigum, meðan Holland liggur á fjórða plássið við 10 stigum.

 

Holland spæla leygardagin á útivølli móti Kasakstan, meðan Turkaland skal spæla móti Tjekkia. Síðani skal Holland týsdagin spæla móti Tjekkia á heimavølli, meðan Turkaland spælir móti Íslandi. Tey skulu sostatt bæði spæla móti Tjekkia, meðan Turkaland hevur ein torføran dyst á heimavølli móti Íslandi, samstundis sum Holland kanska hevur ein á pappírinum lættari dyst móti Kasakstan. Neyvan verður nakað avgjørt fyrr enn eftir síðsta bríkslið týskvøldið.

 

Bólkur B

Wales er á odda í bólkinum við 18 stigum, meðan Belgia hevur 17, Ísrael 13 og Bosnia og Hersegovina 11 stig.

 

Belgia hava ein á pappírinum lættan dyst á útivølli móti Andorra leygarkvøldið, og ein sigur har er nokk at tryggja teimum eitt pláss í endaspælinum. Wales skulu samstundis spæla móti Bosnia og Hersegovina á heimavølli, meðan Ísrael spælir á heimavølli móti Kyprus. Um Ísrael ikki megnar at vinna hendan dystin, samstundis sum Belgia minst fær javnleik, so koma Wales og Belgia víðari.

 

Skuldi Ísrael vunnið og Belgia ikki vunnið, er gjørt tilreiðar til ein sannan gysara týskvøldið, tí tá bresta Belgia og Ísrael saman í Belgia, meðan Wales tekur móti Andorra og Bosnia og Hersegovina ferðast til Kyprus. Líkamikið hvat úrslitið verður í hinum dystunum, so tryggjar Wales sær eitt pláss í endaspælinum við einum sigri móti Andorra í seinasta dystinum.

 

Bólkur C

Spania er á odda við 21 stigum, Slovakia á øðrum plássi við 19 stigum og Ukraina á triðja plássi við 16 stigum.

 

Spania spæla í annaðkvøld á heimavølli móti Luksemburg, so sannlíkt er, at teir tryggja sær ferðaseðil til Fraklands tá. Ein sigur har er nokk. Slovakia skulu spæla á heimavølli móti Hvítarusslandi, meðan Ukraina er á útivølli móti Makedonia. Mánakvøldið verður bólkurin avgjørdur, tá Slovakia spæla á útivølli móti Luksemburg, meðan Ukraina hevur eina sera torføra uppgávu á heimavølli móti Spania, sum tó allarhelst longu hava tryggjað sær víðari luttøku. Tó so, um Spania tapir móti Ukraina og einans megnar javnleik móti Luksemburg, Urkaina vinnur báðar og Slovakia vinnur annan og tapir hin, so enda øll trý liðini á 22 stigum.

 

Bólkur D

Týskland hevur 19 stig, Pólland hevur 17 stig, Írland 15 stig og Skotland 11 stig.

Í kvøld bresta Týskland og Írland saman í Dublin, og tí verður alt avgjørt longu í kvøld, um Írland ikki vinnur, samstundis sum Pólland vinna móti Skotlandi.

 

Um Írland skuldi megna at vunnið móti Týsklandi, so verður ein rein finala í seinasta umfarinum sunnudagin, tá Írland skal spæla móti Póllandi í Warszawa. Vinnarin av tí dystinum tryggjar sær eitt pláss í endaspælinum, men tað verður upp til Týskland sjálvt at avgera sína lagnu í dystinum móti Georgia. Skotland kunnu, um alt gongur til vildar, vinna seg upp á triðja pláss við at vinna móti Gibraltar sunnukvøldið.

 

Bólkur E

Her hevur Ongland longu tryggjað sær sigurin, meðan Sveits á 15 stigum, Slovenia á 12, Estland á 10 og Litaven á 9 stigum stríðast um hitt plássið.

 

Bæði Sveits og Slovenia skulu spæla móti San Marino, sum allarhelst eru tryggir sigrar hjá teimum báðum og tí verður tað í dystinum hjá Slovenia móti Litaven í annaðkvøld og hjá Sveits móti Estlandi mánakvøldið, at annað plássið í bólkinum verður avgjørt. Um ikki Estland ger ein vørr og vinnur móti Onglandi í annaðkvøld og Sveits mánakvøldið, samstundis sum Sveits óvæntað tapa móti San Marino og Slovenia tapa annan av sínum dystum.

 

Bólkur F

Í bólkinum hjá Føroyum er einki avgjørt um, hvør kemur víðari, men Norðurírland er á odda við 17 stigum, Rumenia hevur 16, Ungarn 13 og Finland 10 stig.

 

Norðurírland spæla móti Grikkalandi, meðan Rumenia spæla móti Finlandi í kvøld, samstundis sum Ungarn og Føroyar spæla.

Sunnukvøldið spælir Norðurírland móti Finlandi, Ungarn móti Grikkalandi og Rumenia móti Føroyum, og um úrslitið laga seg rætt, kann sunnukvøldið gerast heilt spennandi, hvat viðvíkur hvør kemur víðari.

 

Bólkur G

Eysturríki hevur vunnið seg víðari, men einans trý stig eru á muni millum Russland við sínum 14 stigum, Svøríki við sínum 12 og Montenegro við sínum 11.

Svøríki hava kanska lættastu dystirnar eftir, tá teir í annaðkvøld spæla á útivølli móti Liktenstein og mánadagin á heimavølli móti Moldova. Væntandi vinna teir báðar dystirnar og tí leggur trýstið á Russlandi at vinna dystirnar móti Moldova á útivølli í annaðkvøld og so á Montenegro á heimavølli mánakvøldið. Montenegro hevur eina torføra uppgávu, við Eysturríki í annaðkvøld og so Russlandi mánadagin.

 

Bólkur H

Italia hevur 18 stig, Noreg hevur 16 og Kroatia 14.

Italia tørvar ein sigur frá teimum báðum næstu dystunum, móti Azerbaidjan leygarkvøldið ella Noregi týskvøldið. Noreg mugu syrgja fyri at vinna móti Malta á heimavølli leygarkvøldið, so at Kroatia ikki fer fram um teir og Noreg tí brádliga má vinna móti Italia á útivølli týskvøldið fyri at koma víðari. Kroatia hevur kanska lættastu dystirnar, móti Bulgaria á heimavølli leygarkvøldið og móti Malta á útivølli týskvøldið.

 

Bólkur I

Portugal hevur 15 stig, Danmark 12 stig og Albania 11 stig.

Vansin hjá Danmark er, at dysturin móti Portugal í kvøld er seinastu møguleikin hjá teimum at vinna sær fleiri stig, meðan Albania skal spæla móti Serbia, sum einans hevur fingið eitt stig higartil í kappingini, og móti Armenia, sum einans hevur tvey stig. Portugal spæla eisini sunnukvøldið, móti Serbia.