Tjaldur-Kyndil 21-28 (10-16)
Hondbóltur
Kyndil fór úr aftur Runavíkini við tveimum stigum, eftir at tær uttan stórvegis hóvasták høvdu bast kvinnunum hjá Tjaldri í seinasta dystinum undan jólasteðginum.
Ongantíð í vanda
Hóast talan ikki var um tann øgiliga munin í málum, so kom sigurin hjá kyndilskvinnunum ongantíð í vanda.
Frysta korterið leikaði annars hampuliga javnt á, men so gjørdu gestirnir eitt rættiligt hál undan steðginum, og so var at kalla leyst og liðugt.
Um sigurin sum so mundi hava nakran serligan týdning fyri kyndilskvinngurnar, er ilt at siga, men undir øllum umstøðum man tað kennast fløvandi hjá teimum, nú tær aftur sluppu at vinna ein dyst.
Hjá Tjaldri mugu tey bert ásannað, at heldur ikki í hesum førinum fingust stig burtur stríðnum móti einum av ovaru støddu liðunum.
Hinvegin var tað helst heldur ikki móti Kyndli, at tær roknaðu við at fáa nøkur stig. Skal tilveran í bestu deildini bjargast, er tað fyrst og fremst móti Sóljuni, at roknast skal við stigum, og hetta munnu tær hjá Tjaldri eisini vera fullgreiðar um.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Beinta Joensen 8(2), Mwlitza Ergic 4, Mona Langgaard 3, Turid Lamhauge 3(1), Kristina Ellingsgaard 1, Oddvá Fossdalsá 1, Ann Mari Østerø 1
Kyndil: Jórun Ludvig 6(3), Signhild Petersen 5, Brynhild Klein 5(1), Lotte Sørensen 5(1), Anita Kjærbo 4, Jensia Petersen 2, Ann Hansen 1