Endiliga eydnaðist tað hjá klaksvíkingum

10-mannafør: Tað kiksaði heilt hjá Orminum Langa, sum eisini varð tikin av Suðuroyingi

Tað varð roknað við nógvum í Klaksvík undan hesum róðrarárinum. Klaksvíkingur varð roknaður at halda fram í sama lagi sum í fjør, tá ið hann vann sannførandi FM. Soleiðis hevur ikki gingið, men í dag eydnaðist tað.

 

Ormurin Langi, sum hevur verið sera sannførandi higartil í sumar, kiksaði. Serliga var tað í startinum, tá ið hann var millum teir aftastu. Tað eydnaðist tí favorittunum at vinna seg fram á triðja plássið.

Stóru kappingina í dag fekk Klaksvíkingur frá Suðuroyingi, sum hevði rimmar endaspurt, og sum endaði skutin aftanfyri Klaksvíking.

 

Klaksvíkingur legði øgiliga bragdliga fyri. Eina løtu var hann eina heilt bátslongd undan avbjóðarunum, sum fyrstu løtuna fyrst og fremst var Havnarbáturin, sum tó dragnaði.

 

Fyrsti sigurin hjá Klaksvíkingi í ár man kennast sum stórur lætti eftir fleiri kiksaðar róðrar, tá ið tað ikki hevur eydnast, sum teir ætlaðu.

Sigurin í kappingini millum 10-mannaførini setti punktum fyri væl eydnaðan róðrardag – ikki minst hjá klaksvíkingum, sum vunnu tríggjar róðrar. Umframt í kappingini millum 10-mannaførini, vunnu teir í 6-mannafarinum Páll Fanga og í Fípuni Føgru í kappingini millum dreingir í barnaróðrinum.

 

1 Klaksvíkingur 04.32.25 

2 Suðuroyingur 04.33.15

3 Ormurin Langi 04.36.06

4 Havnarbáturin 04.38.11

5 Drekin Reyði 04.50.02

 

FM støðan

1 Ormurin Langi 33

2 Klaksvíkingur 30

3 Suðuroyingur 27

4 Drekin Reyði 18

5 Havnarbáturin 17