Endiliga fekk Jan prógvið

Eftir at hava dømt altjóða dystir og verið á skeiðum í hálvtfimta ár, hevur Jan Hentze umsíður fingið prógv fyri, at hann nú hevur fulla góðkenning sum altjóða flogbóltsdómari.

 

? Hetta hevur tikið sína tíð, men tað var ein stórur dagur fyri meg, tá eg kundi bróta brævbjálvan upp og taka dómaramerkið upp í hondina, sigur Jan Hentze, sum ikki dylur, at hann er ovurfegin.

 

Stórir dystir fyri framman

? Eg havi eisini bíðað leingi, tí eg fekk síðstu undirskriftirnar upp á pláss í november mánaði, og altjóða dómaranevndin hevði fund um góðkenningina longu í februar, har alt tað formliga var avgreitt.

 

Longu í næsta mánaði fær Jan eina stóra dómarauppgávu, tá hann í Sheffield í Onglandi skal døma tveir dystir í European League-kappingini millum Bretland og Spania.

 

Hesir báðir dystirnir verða spældir vikuskiftið 10. til 12. juli, og tann seinni av teimum verður altjóða dystur nummar 50 hjá Jan Hentze.