Endurgjaldsstigin av mvg á hitapumpuskipanum broytist 1. januar 2025

Frá 1. januar 2025 verður 75prosent av meirvirðisgjaldinum endurgoldið, tá íløga verður gjørd í hitapumpuskipan

Umhvørvisstovan skrivar, at havast skal í huga at:

 

- Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, skal arbeiðið verða gjørt og goldið tað árið.

 

- Verður arbeiðið gjørt yvir eitt ársskifti, er tað seinna endurgjaldstigið, ið verður galdandi.

 

Endurgjald verður bert latið av mvg fyri íløgur í nýstovnaða hitapumpuskipan. Nýstovnað hitapumpuskipan merkir, at hitapumpuskipan ikki er í húsinum frammanundan.