Endurhoyr málini frá B36-NSÍ 2-2 (1-2)

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum, sum komu í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum, sum komu í dystinum millum B36 og NSÍ, sum endaði við javnleiki 2-2. NSÍ var á odda 2-1 í steðginum, og var enntá á odda 2-0 eitt skiftið.

 

Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen skoraðu fyri NSÍ. Róaldur Jakobsen og Patrik Johannesen skoraðu fyri B36. Klæmint og Róaldur skoraðu uppá brotsspark.

 

B36 hevur tríggjar javnleikir í trimum dystum. NSÍ hevur tvey stig fyri tveir javnleikir og eitt tap, so hesi bæði oddaliðini frá kappingini í fjør hava enn ikki vunnið í hesum kappingarárinum.