Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, høvdu í morgun fund úti í Tinganesi. Kim Kielsen er á almennari vitjan í Føroyum hesar dagarnar.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði eftir fundin, at teir høvdu ferðast víða, hvat evnum viðvíkur á hálvan annan tíma langa fundinum.
- Vit hava fyrst og fremst tosa um, hvussu vit kunnu samstarva um at røkka okkara felags áhugamálum, sigur løgmaður.
Millum evnini, sum vóru umrødd í morgun, vóru føroyska ynski um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og ynsktar broytingar í uttanríkispolitisku heimildarlógini.
- Her hevur grønlendska stjórnin við Kim Kielsen gjørt greitt, at teir fara at stuðla føroyska ynskinum um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Harumframt fara teir eisini at stuðla okkum í okkara samráðingum við danir um ávísar broytingar í uttanríkispolitisku heimildarlógini, sum vit meta eru ein forðing fyri bæði londini, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísti millum annað á, at Føroyar og Grønland einans hava eina felags atkvøðu, og tó at samstarvið millum londini er fram úr gott, so kunnu vera øki, har vit hava ymiskar fatanir og tí verður stríð um hesa felags atkvøðuna. Harumframt vil tað sjálvandi eisini vera ein styrki, í teimum førum londini eru samd, um tey hava hvør sína atkvøðu.
Fremsta úrslitið av fundinum í morgun er tó, at løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin hava avgjørt at turka støvið av samstarvsavtaluni millum londini bæði, sum Jóannes Eidesgaard og Hans Enoksen skrivaðu undir í 2007.
- Vit avtalaðu tá, at vit skuldu skipa fyri teinum tøttum samstarvi millum londini innan millum annað fiskivinnu og útbúgving. Sannleikin er tó, at síðani tá er lítið hent. Vit hava tí avgjørt, at vit fara at seta embætisfólk at endurskoða og dagføra avtaluna. Síðani skulu vit undirskriva hana av nýggjum og so fáa embætisfólk ymisk málsøki at umsita, eins og vit báðir, landsstýrisformaðurin og løgmaður, fara at møtast minst eina ferð um árið, umframt videofundir um avtaluna, sigur løgmaður.