Í juni varð sett upp endurnýtslubingja á bingjuplássinum inni á Oyrunum í Vági, og hetta tiltak hevur havt sera stóran áhuga millum fólk.
- Heilt nógv fólk hava brúkt endurnýtsluna, sum nú hevur verið í góðar tríggjar mánaðir. Streymurin av lutum til og úr endurnýtsluni er stórur, og umsjónarfólkini á bingjuplássinum siga, at fólk lata sera væl at endurnýtsluni.
Tað sigur Vágs kommuna.
Lagt verður aftrat, at endurnýtslan er opin somu upplatingartíðir sum bingjuplássið og skal brúkast í samráð við umsjónarfólkið á staðnum.
- Lutir, eitt nú ting, møblar og annað, sum verður mett at kunna brúkast, verða goymd í bingjuni í tvær vikur. Eftir tvær vikur verða hesi burturbeind av starvsfólkinum á umhvørvisplássinum, sigur Vágs kommuna.