Endurreisa enn eitt gróthús við Gjógv

Felagið Gjómaður fer leygardagin at laga upp aftur Djónasa gróthús, sum stendur við vegin, tá tú koyrir oman til bygdina við Gógv. Gjómaður varð endurstovnað fyri trimum árum síðani, og hesi árini hevur felagið lagað upp tvær kráir og umvælt tvey gróthús. Nú stendur aftur eitt gróthús fyri tørni, tá fólk leygardagin fara til verka.

Byrjað verður klokkan 10 fyrrapartin, og hildið verður á, til gróthúsið stendur uppi.

Endamálið hjá felagnum Gjómanni er at endurreisa gomul minni, umframt at skapa samahald fyri øll tey, ið varða av Gjáar bygd.

- Tí er arbeiði ikki bert at fáa nakað frá hondini, men líka so nógv at vera sama sosialt, og tí er eisini grilling ein stórur partur av felags tiltakinum, sum øll, hvørt tey hava tilknýti til Gjógv ella ikki, kunnu vera partur av, sigur felagið.