Tað eru Tryggingarfelagið Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hava heitt á G&G um at framleiða vestarnar, so vaksin eisini skulu tíma at brúka endurskinsvest.
Guðrun og Guðrun hava sniðgivið vestarnar, sum verða at fáa í svørtum og gráum fallskíggja-toyi við einari smalari endurskinsrípu á kantinum og tveimum smølum strípum á rygginum.
Stigtakararnir siga við Rákið, at higartil hevur tað eydnast væl at fáa børn at brúka gular endurskinsvestar. Men tey vaksnu gloyma ofta seg sjálvi. Kanska tí tey halda vanligu endurskinsvestarnar verða ljótar.
Vestarnir verða til sølu kring alt landið frá í dag, og samstundis byrjar ein størri herferð til frama fyri at fáa vaksin at ganga í endurskinsvesti.
Inntøkurnar skulu brúkast til at skapa størri tryggleika hjá børnum í ferðsluni. Eitt nú undirvísingartilfar til barnagarðar og skúlar.
Vestarnir verða at fáa í tveimum vaknastøddum og kosta 150 krónur.