England er fyri fyrstu ferð í EM finaluni

Síðstu løtuna vóru danir troyttir, og so skoraði Harry Kane sigursmálið, eftir at framúr góði Kasper Schmeichel hevði hálvbjargað brotssparki

Football is coming home, sungu tey, tá ið EM endaspælið í 1996 var í Onglandi. Ta ferðina eydnaðist tað ikki móðurlandinum hjá fótbóltinum at vinna gull. Eingilska luttøkan endaði í hálvfinaluni, tá ið Gareth Southgate misnýtti sættu royndina hjá Onglandi í brotssparkskapping ímóti Týsklandi.

 

At tað ikki eydnaðist at røkka í finaluna á heimavølli fyri 25 árum síðani var øgiligt vónbrot.

 

Í kvøld hevur Ongland rokkið málið, sum tað ikki eydnaðist at vinna fyri fjórðingsøld síðani, og sum tað hvørki fyri ella síðani er eydnast eingilsktmonnum at vinna.

 

Eftir longda leiktíð eydnaðist tað Onglandi at vinna 2-1 ímóti Danmark. Síðstu løtuna í vanligu leiktíðini pressaði Ongland fyri at skora sigursmálið, meðan tað hjá dønum snúði seg um at verja. Tað eydnaðist, tí Kasper Schmeichel var so framúr í málinum og tríggjar ferðir bjargaði í heimsflokki.

 

Sigursmálið skoraði eingilski liðformaðurin og toppskjúttin Harry Kane, tá ið fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini var um at vera farin. Kassper Schmeichel las toppskjúttan av, tá ið hann royndi seg við brotssparki, men tað eydnaðist ikki danska málverjanum at halda bóltinum, og so skoraði Harry Kane fyri fjórðu ferð í hesi kappingini.

 

Danir kendust vera troyttir, og tá ið innskifti Mathias Jensen var so mikið viðtikin, at hann ikki var førur fyri at spæla í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini, var tað einki at gera hjá dønum, sum 10 ímóti 11 spentu álopsbogan í botn, uttan at tað varð heilt vandamikið.

 

Ongland skal sunnukvøldið á Wembley spæla finalu ímóti Italia. Tað var á Wembley í 1966, at Ongland vann HM finaluna ímóti Vesturtýsklandi 4-2. Í 55 ár er tað ikki eydnast Onglandi at spæla seg í finalu í HM ella EM. Nú er Ongland í EM finaluni, og sunnukvøldið verður tað greitt, um the football is coming home.

 

Danir rigga nú til at fara til hús, og spælararnir fara at spenna frá í nakrar dagar, áðrenn teir aftur skulu stempla inn í stóru feløgunum kring Europa.

 

Teir fara saman við eldhugaðu áskoðarunum at minnast aftur á turbolenta kapping. Tað er greitt, at ein danskur spælari verður á Wembley sunnukvøldið. UEFA hevur boðið Christian Eriksen at vera gestur, tá ið England og Italia, har Christian Eriksen spælir, fara at dystast um, hvør av hesum báðum skal vinna EM 2020, sum orsakað av koronuni varð útsett í eitt ár.

 

Danir kunnu minnast aftur á, at teir vóru teir einastu í hesum EM endaspælinum, sum megnaðu at fáa bóltin í netið aftanfyri eingilska málverjan Jordan Pickford.

 

Danski venjarin Kasper Hjulmand so at siga uppfann í síni tíð sum venjari í FC Nordsjælland gávuríka framrættaða bóltsnillingin Mikkel Damsgaard. Í síðstu viku fylti hann 21 ár. Tá ið hann var 17 ára gamal, slapp hann á besta liðið í FCN, har Kasper Hjulmand var venjari, og fyri einum ári síðani flutti hann til Sampdoria í Italia. 11. november í fjør var hann fyrstu ferð á landsliðnum, tá ið Kasper Hjulmand sendi boð eftir honum at vera við í vinardysti ímóti Svøríki. Koronan var orsøk til, at tað vóru nógv avboð, og at tað vóru fleiri nýggir spælarar á landsliðnum.

 

Tann einasti av nýggju monnunum, sum vann sær fast pláss á liðnum, var Mikkel Damsgaard. Hann hevur verið eyðsýndur í EM kappingini higartil, og í kvøld var hann tann fyrsti yvirhøvur í hesum EM endaspælinum, sum við beinleiðis frísparki hevur skorað, og hann var tann fyrsti, sum sendi bóltin í meskarnar aftanfyri eingilska málverjan.

 

Tá var ein hálvur tími farin, og átta minuttir seinni vórðu danir harðliga útpurraðir. Lítla løtu frammanundan hevði Kasper Schmeichel stórbjargað, tá ið Raheem Sterling var púra leysur mitt fyri málinum og eftir innlegg úr høgru smekkaði til.

 

So var tað, at Harry Kane spældi fram til Bukayo Saka, ið sneiddi seg leysan í høgru og frá baklinjuni legði flatt innfyri, og í tvídysti við Raheem Sterling varð Simon Kjær so óheppin av skumpa bóltin síðsta lítla teinin inn um málstrikuna.

 

Ongland legði øgiliga bragdliga fyri, og fyrstu smáu fimm minuttirnar gekk tað mesta fyri seg kring danska brotsteigin. Men so menti Danmark seg, og tá ið Mikkel Damsgaard skoraði, hevði Danmark í fitta løtu víst hugflogsríkt spæl við snildum og klókum plaseringum og sendingum.

 

Eftir 1-1 málið var Ongland aftur omaná, og sum seinni hálvleikur leið, var spurningurin, hvussu leingi Danmark fór at megna at halda tørn.

 

Danmark tapti, men danir eiga at vera nøgdir við, at teir í hesi kappingini áttu annað av liðunum, sum taptu í hálvfinaluni, og tað man lítið vera at ivast í, at Danmark um hálvtannað ár verður partur av HM endaspælinum í Qatar.

 

Á veg ímóti Qatar skal Danmark í undankappingini millum annað spæla ímóti Føroyum. Fyrri dysturin verður leygardagin fjórða september á Tórsvølli.

 

 

 

England – Danmark 2-1 (1-1) eftir longda leiktíð

 

0-1: Mikkel Damsgaard 30.

 

1-1: Sjálvmál 39.

 

2-1: Harry Kane 104.

 

England: Jordan Pickford, Everton – Kyle Walker, Manchester City, John Stones, Manchester City, Harry Maguire, Manchester United, Luke Shaw, Manchester United – Bukayo Saka, Arsenal (Jack Grealish, 68.), Kalvin Phillips, Leeds, Mason Mount, Chelsea (Phil Foden, Manchester City, 96.), Declan Rice, West Ham (Jordan Hendersson, Liverpool, 96.), Raheem Sterling, Manchester City – Harry Kane, Tottenham

 

Danmark: Kasper Schmeichel, Leicester) – Andreas Christensen, Chelsea (Joakim Andersen, Lyon, 79.), Simon Kjær, AC Milan, Jannik Vestergaard, Southampton (Jonas Wind, FCK, 107.) – Jens Stryger Larsen, Udinese (Daniel Wass, Valencia, 67.), Pierre-Emile Højbjerg,  Tottenham, Thomas Delaney, Dortmund (Mathias Jensen, Brentford FC, 88.), Joakim Mæhle, Atalanta – Martin Braithwaite, Barcelona, Kasper Dolberg, Nice (Yussuf Poulsen, RB Leipzig, 67.), Mikkel Damsgaard, Sampdoria (Christian Nørgaard, Brentford FC, 67.)