ENJO í miðbýnum

Nakað fyri jól lat ENJO-Føroyar v.Tórhardu Bláhamar upp eini framsýningarhølir við kendu eysturríksku ENJO-reingerðingsamboðunum í Niels Finsensgøtu 21 í Havn.

Enjo vørurnar verða gjørdar av "ENJO International" í Eysturríki og verða einans seldar av útbúnum ráðgevum, sum geva kundunum røttu vegleiðingina.

Enjo produktini kunnu brúkast í øllum húsarhaldinum, og høvuðsendamálið er fara væl við umhvørvinum.

Alt hetta snýr seg í høvuðsheitum um vaskiklútar, ið eru gjørdir úr serstøkum tægrum. Hetta ger, at nýtslan av sápu og øðrum kemikalium kann minkast við 90 prosentum ella meira.

Sum fyritøka leggur ENJO stóran dent á at verja umhvørvið, og hava tey eina fullfíggjaða reingerðingsskipan, sum kann brúkast í húsarhaldinum, á stovnum, virkjum ella hvar tað skal vera. Eisini til bilar og bátar.

Framsýningarhølini eru opin gerandisdagar frá kl. 10 - 17.30 og leygardag frá 10 - 14. Eisini ber til at ringja á telefon 314353 ella 226603. Allir upplýsingar um ENJO eru at finna á heimasíðuni: www.enjo.net